Fróðskaparrit - 01.01.2007, Qupperneq 23
INITIATIVES OF WORKHOUSE/POORHOUSE BUILDING
IN THE 18™ AND 19™ CENTURY TÓRSHAVN
21
kuns ved deres Godgjørenhed være mere
opmærksomme paa, hvo der er virkelig
Trængende, at de ikke skule forøge Ledig-
gjængeres og unødige Trygleres Tal, hvilket
nok ofte erTilfældet.”31 Við “hjælpekilder”
meinti hann eina betri fátækrahjálp. Fá-
tækrakassin var ikki førur fyri at lata teim-
um um leið 50, sum fingu stuðul úr kass-
anum, munandi hjálp.
1 Danmark kom nýggj fátækralóg í 1803,
sum staðfesti skyldu hins almenna at hjálpa
teimum, sum ikki sjálv vóru før fyri at fáa
tað neyðugatil lívsins uppihald. í hvørji sókn
skuldi vera fátækrakassi umsitin av eini
fátækranevnd við presti sum formanni. Eitt
nýtt var, at fátækranevndin sum almennur
myndugleiki kundi áleggja skatt til fátækra-
kassan. Fátækranevndin skuldi kunna ávísa
arbeiði til arbeiðsfør, ið ikki sjálv megnaðu
at finna arbeiði, og eisini kunna ávísa inni-
vist til treingjandi, um tað var neyðugt, ant-
in við at senda tey upp á umgang ella at hava
fátækragarðar, nevndir “arbejdsanstalter”, har
fátækrafólk kundu búgva og arbeiða.
Strangar reglur vóru um biddarar. Tað
varð bannað at bidda, og biddarar skuldu
verða handtiknir og revsaðir við fongsuls-
revsing, antin upp á vatn og breyð ella við
tvingsulsarbeiði.
1 1816 varð nevnd sett at meta, um
henda lógin skuldi setast í gildi í Føroyum.32
I nevndina komu Løbner, sum sama ár varð
settur amtmaður, eftir at løgmansembætið
var avtikið. Hinir nevndarlimirnir vóru
prósturin (P. Hentze) og Sevel sorinskrivari.
Hesir tríggir sendu 17. apríl 1817 Danska
Kanselinum “Plan til en bedre Indretning og
Bestyrelse af Fattigvæsenet paa Færø-
erne”.33 Teir søgdu seg hava hildið seg so
nær tí donsku lógini sum til bar. Landið
skuldi býtast í 8 fátækraøki, og fátækrakass-
in umsitast av presti, sýslumanni og kirkju-
verja. Yvirumsjón skuldu amtmaður, próstur
og fúti hava.
Biddarar vórðu í uppskotinum allýstir
sum “alle, der ... anholder om almisse eller
modtager samme”. Teir skuldu handtakast
og fyrstu ferð fáa ávaring frá sýslumanni;
vórðu teir tiknir aðru og triðju ferð, var
revsingin fongsul upp á vatn og breyð í
“Thorshavns Arresthus”, sum Portugálið nú
varð kallað. Varð biddari tikin fjórðu ferð,
skuldi revsingin vera 3 mánaða arbeiði í
“Tvangshuset (om samme bliver indrettet)”
ella annað alment arbeiði somuleiðis í 3
mánaðir.
I næstu grein varð uppafturtikið, at arb-
eiðsførir biddarar, sum ikki høvdu rætt til
almenna fátækrahjálp, skuldu revsast við
fýra daga fongsli upp á vatn og breyð fyrstu
ferð, teir vóru tiknir.
Av brævaskifti í sambandi við hetta lóg-
ararbeiði skilst, at ein nevnd hevði verið sett
í 1815 at taka støðu til at byggja eitt
“tvangshus” í Havn. Tað er týðuligt, at amt-
maðurin og hinir embætismenninir høvdu
ætlað ella væntað, at lógin skuldi koma í
gildi. Tað, at revsireglurnar fyri bidding
fevndu um arbeiðsrevsing á tí, sum nú eitur
“tvangshus” og ikki tukthús, kann hava
verið ein grund til, at tankin framvegis varð
tikin fram um at byggja ein tílíkan stovn í
staðin fyri Portugálið, ið framvegis var nýtt
sum fongsul.
Lógin kom tó ikki í gildi i Føroyum, og
einki meira kom burturúr at byggja nakran
stovn, ið kundi sanunetast við fátækragarð,
“tvangshus” ella tukthús.