Læknablaðið - 15.03.1987, Page 23
LÆKNABLAÐIÐ 1987; 73: 85-7
85
Bogi Djurhuus, Lars Ladegaard
TOTALUR MJADNAALLOPLASTIKUR í FÖROYUM
Kanning av teim fyrstu 42 skurðviðgerðinum, ið eru framdar í Föroyum,
í tiðarskeiðinum 1976-1983
Sum flestum kunnugt, liggja Föroyar í
Norðuratlantshavinum, miðskeiðis millum Noreg
og ísland og norðanfyri Hetland.
Tað eru trý sjúkrahús í Föroyum, við tilsamans
358 sengrum og 41 læknum. Föroyar ráða í dag
ikki yvir lækna, ið er förur fyri, at fremja totalar
mjadnaalloplastikir. Tí hevur serkönur lækni,
síðani 1976, vitja Föroyar í umleið tveir mánaðar
á hvörjum ári, og hevur so framt umleið 100
mjadnaalloplastikir í Föroyum íalt til og við 1985.
Endamálið við hesi kanning er at greiða frá
hvussu úrslitið hevur verið av teimum fyrstu 42
skurðviðgerðinum, av hesum slagi í Föroyum (37
sjúklingar, 23 konur og 14 menn) í
tíðarskeiðinum 1976-1983.
KANNINGARHÁTTUR
Allar skurðviðgerðir, uttan tær fyrstu seks, eru
gjördar við einari Stanmore protesuskipan við
Frá skurðdeildin á Landssjúkrahúsið Tórshavn. Barst
10/08/1986. Samþykkt 20/10/1986.
beinum femur petti/stykki. Allir sjúklingarnir eru
viðgjördir, av tí sama ortopædskurðlæknanum.
Áðrenn og aftaná viðgerð varð givið
fyrirbyrgjandi antibiotika parenteralt og
cementið, ið nýtt var at festa protesina við,
innihelt gentamycin. Allir sjúklingarnir fingu
uppvenjing hjá fysioterapeuti í 14 dagar, áðrenn
teir vórðu útskrivaðir til ambulantar venjingar.
Tá kanningin fór fram, hövdu allar tær 42
mjadnarnar havt, í minsta lagi, 12 mánaðars
eftirlitstíð. Allir sjúklingarnir vóru á lívi tá
kanningin fór fram uttan ein, ið doyði 24
mánaðar aftaná viðgerðina av lungnabruna.
Kanningin er farin fram á vetri 1984-1985.
Vit hövdu samröðu við allar sjúklingarnir,
umframt at mjadnarnar vórðu kannaðar eftir tí
nummerisku skipanini, sum Merle D’Aubigne og
Postel gjördu, seinri broytt av Charnley (1).
Hjá 31 av teimum 42 mjadnunum, var
sjúkuavgerðin „primer arthrosa», sjey fylgir eftir
beinbroti, fýra fylgir eftir viðföddari
mjadnaluksatión og rheumatoidum arthritti.
Fig. I. Grading of pain, walking ability and range of motion after total hip replacement.
Grade 1 Grade 2 Grade 3 Grade 4 Grade 5 Grade 6
Pain Severe spontaneous Severe on attempting to walk. Prevents all activity Pain tolerable permitting limited activity Pain only after some activity, disappears quickly with rest Slight or intermittent pain on starting to walk but getting less with normal activity No pain
Walking Bedridden Time and Limited Long No stick Normal
ability or can walk a few yards with two sticks or crutchers distance very limited with or without sticks with one stick (less than one hour). Difficult without stick. Able to stand long periods distance with one stick, limited without a stick but a limp
Range of
motion *) 0-30 31-60 61-100 101-160 161-210 211-260
*) Passive range: Sum of flexion, rotation, abduction-adduction.