Læknablaðið

Ukioqatigiit

Læknablaðið - 15.03.1987, Qupperneq 23

Læknablaðið - 15.03.1987, Qupperneq 23
LÆKNABLAÐIÐ 1987; 73: 85-7 85 Bogi Djurhuus, Lars Ladegaard TOTALUR MJADNAALLOPLASTIKUR í FÖROYUM Kanning av teim fyrstu 42 skurðviðgerðinum, ið eru framdar í Föroyum, í tiðarskeiðinum 1976-1983 Sum flestum kunnugt, liggja Föroyar í Norðuratlantshavinum, miðskeiðis millum Noreg og ísland og norðanfyri Hetland. Tað eru trý sjúkrahús í Föroyum, við tilsamans 358 sengrum og 41 læknum. Föroyar ráða í dag ikki yvir lækna, ið er förur fyri, at fremja totalar mjadnaalloplastikir. Tí hevur serkönur lækni, síðani 1976, vitja Föroyar í umleið tveir mánaðar á hvörjum ári, og hevur so framt umleið 100 mjadnaalloplastikir í Föroyum íalt til og við 1985. Endamálið við hesi kanning er at greiða frá hvussu úrslitið hevur verið av teimum fyrstu 42 skurðviðgerðinum, av hesum slagi í Föroyum (37 sjúklingar, 23 konur og 14 menn) í tíðarskeiðinum 1976-1983. KANNINGARHÁTTUR Allar skurðviðgerðir, uttan tær fyrstu seks, eru gjördar við einari Stanmore protesuskipan við Frá skurðdeildin á Landssjúkrahúsið Tórshavn. Barst 10/08/1986. Samþykkt 20/10/1986. beinum femur petti/stykki. Allir sjúklingarnir eru viðgjördir, av tí sama ortopædskurðlæknanum. Áðrenn og aftaná viðgerð varð givið fyrirbyrgjandi antibiotika parenteralt og cementið, ið nýtt var at festa protesina við, innihelt gentamycin. Allir sjúklingarnir fingu uppvenjing hjá fysioterapeuti í 14 dagar, áðrenn teir vórðu útskrivaðir til ambulantar venjingar. Tá kanningin fór fram, hövdu allar tær 42 mjadnarnar havt, í minsta lagi, 12 mánaðars eftirlitstíð. Allir sjúklingarnir vóru á lívi tá kanningin fór fram uttan ein, ið doyði 24 mánaðar aftaná viðgerðina av lungnabruna. Kanningin er farin fram á vetri 1984-1985. Vit hövdu samröðu við allar sjúklingarnir, umframt at mjadnarnar vórðu kannaðar eftir tí nummerisku skipanini, sum Merle D’Aubigne og Postel gjördu, seinri broytt av Charnley (1). Hjá 31 av teimum 42 mjadnunum, var sjúkuavgerðin „primer arthrosa», sjey fylgir eftir beinbroti, fýra fylgir eftir viðföddari mjadnaluksatión og rheumatoidum arthritti. Fig. I. Grading of pain, walking ability and range of motion after total hip replacement. Grade 1 Grade 2 Grade 3 Grade 4 Grade 5 Grade 6 Pain Severe spontaneous Severe on attempting to walk. Prevents all activity Pain tolerable permitting limited activity Pain only after some activity, disappears quickly with rest Slight or intermittent pain on starting to walk but getting less with normal activity No pain Walking Bedridden Time and Limited Long No stick Normal ability or can walk a few yards with two sticks or crutchers distance very limited with or without sticks with one stick (less than one hour). Difficult without stick. Able to stand long periods distance with one stick, limited without a stick but a limp Range of motion *) 0-30 31-60 61-100 101-160 161-210 211-260 *) Passive range: Sum of flexion, rotation, abduction-adduction.

x

Læknablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Læknablaðið
https://timarit.is/publication/986

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.