Læknablaðið

Årgang

Læknablaðið - 15.03.1987, Side 24

Læknablaðið - 15.03.1987, Side 24
86 LÆKNABLAÐIÐ Table I. Diseases leading to 42 total hip replacements by age and sex. Age Primary osteoarthrosis Fracture complications Other *) Malcs Females Males Females Males Females 30-39 _ í í _ _ _ 40-49 - - - - - í 50-59 2 i - - - í 60-69 10 9 í 2 - í 70-79 2 6 - 3 - í Total 14 17 2 5 - 4 *) Congenital dislocation (3) and rheumatoid arthritis (1). Sjúklingarnir (37) vórðu deildir í fýra flokkar: 1. Tey sum bert hövdu eina sjúka mjödn (17). 2. Tey sum vóru sjúk í báðum mjadnum, men hvar bert onnur var útskift (13). 3. Tey sum vóru sjúk í báðum mjadnum og hvar báðar mjadnar vóru útskiftar (4). 4. Tey, ið hövdu onnur brek, ið ávirkaðu teirra gonguevni (3). Eftirlitstíðin strekti seg frá 14-98 mánaðar, við einari miðal eftirlitstíð uppá 40 mánaðar. ÚRSLIT Kyn, aldur og sjúkuavgerð eru víst i tabla I. Tað vóru ongir tilburðir við djúpum bruna. Ein sjúklingur fékk aftaná skurðviðgerðina ov högt blóðtrýst, einahelst vegna eina hypersensitivitetsreaktión við nýraávirkan. Tveir fingu lungnaemboli, tveir landrásbruna og ein fekk exanthem vegna ovurviðkvæmi. Hjá einum fór protesan úr lið aftaná skurðviðgerðina, men tá hon varð sett uppá pláss gekk alt væl. Tað var ongin, »peroperativur« mortalitetur. Allir sjúklingar við lokalum eins og systemiskum eftirsjúkum livdu, tá eitt ár var umliðið. Tann vanliga uppfatanin millum hesar sjúklingar var, at skurðviðgerðin var væleydnað. Sjúklingarnir vórðu spurdir um hvussu stöða teirra aftaná skurðviðgerðina var í mun til áðrenn: vóru tey uttan sjúkueyðkenni, vóru tey betur, ella hövdu tey tað óbroytt ella verri. 70% sögðu seg vera uttan sjúkueyðkenni og 30% sum betri enn áðrenn skurðviðgerðina. Mjadnafunktiónin varð mett sum, greitt frá omanfyrir, sí listann áðrenn tabla I. Evnið hjá sjúklinginum at ganga er víst í tabla II og pínan og gonguevnið hjá bólkum eru víst í somu tabla III. UMRÖÐA Hesin bólkur av sjúklingum, kann samanberast við aðrar kanningar hvat aldri, kyni og tí primeru sjúkuavgerðini viðvíkur (2-5). Talið á álvarsomum eftirsjúkum er lítið. Tað vóru ongir postoperativir tilburðir av djúpum bruna, stórar kanningar rokna annars við einum brunavanda frá 0,5-2% (6). At talið av bruna í hesum kanningartilfari er lágt, kann skyldast, at tað eru fáir sjúklingar ið kanningin fevnir um (37 sjúklingar). Ein orsök kundi tó eisini verið, at gentamycincement og fyribyrgjandi antibiotika varð nýtt júst sum víst av Carlsson et al. (7). Ein triðja og ikki minni orsök, kundi verið týdningurin av, at tað bert er tann eini og sami læknin, ið hevur framt hesar skurðviðgerðir. Kelda (3) visir nevniliga at talið av brunatilburðum er knýtt at talinum á skurðlæknum ið viðgerða, tvs. fleiri læknar fleiri tilburðir af bruna. Tá ein samanber hesa kanning við aðrar, ið fevna um sama evni, vísir tað seg, at vit í Föroyum kunna bjóða fólki okkara eina viðgerð fyri mjadnaarthrosur fult so góða sum aðrastaðni í heiminum. SAMANDRÁTTUR Trýatisjey sjúklingar við íalt 42 mjadnaalloplastikviðgerðum, sum vórðu framd á einari almenari skurðdeild á sjúkrahúsi í Table II. Walking ability of 37patients atfollow up after 41 total hip replacements. Grade Average score 1 2 3 4 5 6 Sum One hip affected - - - 2 15 17 5,9 Both hips affected but one replaced - - 1 6 6 13 5,4 One hip affected but other factors also restricting walking ability . - í í 1 - 3 4,0 Total 2 3 13 23 41

x

Læknablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Læknablaðið
https://timarit.is/publication/986

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.