Búreisingur - 15.05.1902, Blaðsíða 11
At lesa og hoyra.
79
stilla vælgeranđi gleði av reinasta slagi, at hon mangar ferðir
vegnr upp móti strevinum.— Tað er, sum at ein í toku hevði í
rúrnari tíð stríðst við at gingið móti tungari brekku upp á eitt
fjall, og nú í bjortum sólskini stóð á tindinum og skoðaði tað
vakra utan um seg.
Við andaligt eginarbeiði læra vit eisini, bvussu lætt tað
er at gera mistak, og hvussu varin vit oftast mugu vera við at
fella fastan og ivaleysan dóm yvir ting, vit ikki sjálv hava
granskað; men vit læra eisini at kenna, hvat vit í egnari megi
magna, táið vit arbeiða trúliga og í fullgóðum treysti.
Tað er soleiðis andsamboðið, bitt livandi orðið, sum skal
vekja hugin til lestur og annað andaligt eginarbeiði. Hetta
byggir so við tíðini andaligt og kroppsligt sjálvbjargni í okkum,
so at vit verða dugnalig, djðrv, treystgóð og væl fyribúgvin
til við sáttligum sinni at taka móti teimum umskiftingum, sum
livið á foldum førir við sær.
I Fogrulíð 23 marts 1902.
Rasmus Rasmussen.