Búreisingur - 15.05.1902, Page 16

Búreisingur - 15.05.1902, Page 16
Útheimurin. 84 hvðr av teim nógvu týsku smáfurstunum slóg fast tað, ið trúgvast skuldi á hansara landi. Sum áður nevnt bleiv Frakkland, táið hin innlendis kirkjubardagin har endaði, eitt máttmikilt ríki. I Frakklandi hðvdu kongarnir leingi átt næstan alla maktina. Um tað bilið, triatiárabardagin i Týsklandi endaði, fekk Frakkland í Ludviki hinum fjúrtanda ein stóran kong, ið stýrdi land sitt aldeilis einveldigt. Hann segði um seg sjálvan: »Minni enn Gud, men størri enn verðin« og »Kongarnir eru føddir til at eiga alt og herska yvir ollum. Tað er G-uds vilji, at ein og hvor skal akta teir, utan sjálvur at hugsa«. Men Ludvíkur hin fjúrtandi var ein ógviliga dúgnaligur og arbeiðsamur maður, og land hansara kom i stóran blóma undir hansara hendi, verkarbeiði og handil kom sær gott upp, og Frakkland vann sær stór nýlond yvir í Norð urámerika. Og Ludvíkur hin fjúrtanđi førdi fleiri bardagar og tók í teimum stórar landspartar frá Spanjalandi og Týsklandi. Frakkland átti ongan javnlika í ðllum heiminum. Franskur siður og franskt tungumál varð víða hvar hildið at vera tað »fínasta«. Nógvir fremmandir kongar og furstar tóku sær uppá at stýra londum teirra einveldigt eftir fronskum mynstri; og teir »fínu« i ðllum londum lðgdu sær eina við at tala franskt ístaðinfvri móðurmál teirra. Ludvikur hin fjúrtandi var kongur í 72 ár, men áðrenn hann doyði sum gamal maður var tað farið at merkjast i Frakklanđi, at fólkið bleiv útarmað av teim nógvu bardðgunum og teim stóru treytum, ið á tað lðgdust. Ein stórur missur fyri Frakkland var tað, táið Ludvíkur, ið var altráur katólikkur, tók av aftur ta trúarfrælsi, ið landið hevði átt; ti hópar av protestantunum, ið javnliga vóru teir fremstu handaverksmenn í landinum, rýmdu burt til onnur lond, har teir vórðu væl fagnaðir, av tí teir vóru so dugandi arbeiðsmenn. Meðan Ludvíkur á ungum aldri var nógv elskaður av fólki sínum, đoyði hann hataður. Eftirmenn hans stýrdu eisini landinum einveldigt. Men fólkið varð alt meiri og meiri fátækt; Ang- land tók nýlondini frá Frakklandi, hin franski sjóhandilin min- kaði, og landaskuldin vax; og býmenn, bøndur og arbeiðsmenn máttu betala, av tí at teir riku adilsmenn og kirkjumenn nærum einki skattaðu. Fólkið var enn tigandi og tolið; men klókir menn dugdu á at skyna, at soleiðis kundi tað ikki leingi ganga. Til so at endanum hin stóri bresturin kom, revolutiónin, kolvel- tingin.

x

Búreisingur

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.