Búreisingur - 15.05.1902, Qupperneq 31

Búreisingur - 15.05.1902, Qupperneq 31
VETRARLJÓÐ. IV TÚ frystir víða hvar um lond, ^ ’ alt ísnar undir vetrarhond. Og tónurnar tær fána brátt og frysta fyrstu vetrarnátt. Eg eina átti mær fiól, sum blíðkaði mítt nakna ból. Um summarkvolđini eg sat og spældi burtur sorg og hat. Tá kenslur komu utan tal og kíndu mær sum várluft sval. Og skjótari mín bogi gekk, og meira lív fiólin fekk. Tá dansaðu um allan heim kvinnur og menn við miklum gleim. Á summarnátt so still og sveim eg fyrstur dansaði av teim. Og náttarinnar drottning prúð, við mína lið so dansar tú. I lundini er kvirt og stillt, eg elski teg so villt, so villt. Er djúpur skuggin, eingin sær, hoyr elskaða, tú fylg nú mær. Eg rætti henni gyltan steyp, hon brosti við, tá hon hann greip, og tømdi hann og gloymsil đrakk og inn at minum barmi sakk.

x

Búreisingur

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.