Búreisingur - 15.05.1902, Side 32
100
Vetrarljóð. — Eitt føroyskt kvold.
Tit stuttu, hastandi sekund
á summarnátt í stillu lund,
tit livast einans eina ferð,
og vár og summar úti er. — —
80 frystir víða hvar um lonđ,
alt ísnar undir vetrarhond.
Og dreymar, vónir — fðlnað alt!,
í hollini er oskukalt.
J. H. 0. Djubhuus.
EITT FØEOYSKT KVÓLD.
ll/rangan dvaldi eg við strond,
leika sá eg aldur,
hoyrdi briksla góða nátt
titlingar og tjaldur.
A seiðabergi piltur sat,
berggyltan bjðrt glógvar, —
ymislig er eydnan tó,
fagnar ikki nógvar.
Ungar moyggjar stara út
droymandi mót havi:
at mítt brúdleyp varð í heyst,
tað Grud Harrin gævi.
Konur standa sandi á,
bátarnar eygleiða:
er til náttverða í kvold
nóg stór teirra veiða?
Mangan dvalđi eg við strond,
hoyrdi tjðldur láta:
er tað friðarljómur, ella
er tað tí tey gráta?
J. H. 0. Djubhuus.