Fróðskaparrit - 01.01.1961, Blaðsíða 5
Fronsk orð komin úr Føroyum
11
øld, hevur í fronskum einki samband við tað seinri eider.
Heldur ikki edredon ’æðudún’, sum hevur verið nýtt síðan
1700, sýnist at hava samband við eider í fronskum. Her
aftaná tala vit bert um tað franska orðið eider.
Æðan varð lýst fyrstu ferð í 1655 av OleWorm, sum
fyrstu ferð nevndi navnið eider. Tað er frá honum, allir
seinri fuglafrøðingar hava navnið eider, t. d. Willughby
(1676), Sibbald (1684), Ray (1713), Klein (1750), sum
allir skrivaðu á latíni, og franskmennirnir Daubenton í
Encyclopedie (V 1755), Brisson (1760), Buffon (1783),
sum skrivaðu á fronskum. Satt er tað, at eider er eitt av
teim svensku nøvnunum, Brisson og Buffon nevna eftir
Linne (1746), men tað er eingin ivi í, at teir ikki nýta
orðið tí Linne hevur tað, og heldur ikki tí týskt hevur
Eyder=Ente (eftir Anderson 1750), men tí Worm og seinri
fuglafrøðingar eftir Worm hava tað. Sum íslendskt navn á
fuglinum kenna teir ikki eider, men t. d. aeder=fugl, adar,
aedder, edder=fugl, (Buffon 1783).
Kemur tað núverandi franska orðið eider frá hesi vísinda*
ligu tradisjón, sum kemur frá Worm, ella frá einari handils»
tradisjón, sum ikki hevur samband við hina?
Tað er neyvan nøkur grund til at halda at ein sovorðin
handilstradisjón hevur verið til. í tí fronsku handilsorða*
bókini eftir Savary (1726) stendur um »Ederdon, ou Edre=
don«, at tað kemur úr norðurlondum, serliga úr Lapplandi,
og at tað er dúnið av einum slag av falki! Handilsmenn*
inir høvdu brúk fyri vørunavninum, edredon, teir høvdu
ongan áhuga fyri fuglinum.
Og sjálvt um handilsmenn hava ført fuglanavnið við sær
til Fraklands, er tað eingin grund til at halda, tað er hetta,
og ikki nýtslan í fuglafrøði, ið hevur gjørt at tað vanliga
franska navnið á æðuni er eider. Tað rímiligasta er at tað
franska eider er komið gjøgnum fuglafrøði fráWorm.
Hvaðan hevurWorm (1655) tað? Hann skrivar sjálvur
bls. 302: »Anatis feræ genus quoddam ex Insulis Fero*
ensibus ad me delatum Eider vocant, quo nomine Latini