Fróðskaparrit - 01.01.1961, Page 122
128
Óðalsrætturin í Føroyum
Okkurt um eitt ár eftir tað, at Chr. Ludvig Tilliscii var
vorðin amtmaður, bað hann í skrivi av 5. juli 1826 (E—624)
sorinskrivaran og landfútan um teirra álit um, hvussu rúmar
ræsur fyriskipanin av 1811 skuldi fáa í Føroyum. Tá ið
Tillisch hevði fingið hesi álit í hendi tilráddi hann í skrivi
av 16. december 1826 (E. nr. 776) til kanselliið, í fyrsta
lagi, at allur óðalsrættur í Føroyum varð avtikin og í øðrum
lagi, at fyriskipanin av 5. apríl 1811 skuldi fáa gildi, kortini
soleiðis »at ingen Jordlod, som var mindre end en halv
Mark Jord skulde være Gjenstand for Indløsning«. Sum
tað fer at vísa seg var Tillisch ikki væl í øgn við óðals*
rættin, sum ikki er so løgið, tá ið óðalsrætturin í hesi tíð
hevði fáar menn sum vardu hansara søk í Danmørk. Ser*
liga Anders Sandøe Ørsted var hansara svorni mótstøðu*
maður. Hann hevði í eini grein í Nyt juridisk Arkiv 26.
Bd. (1819) harðliga funnist at óðalsrættinum, sum eftir
hansara uppfatan hevði »overlevet den tid, hvori den tjente
til at befæste frihed og ejendom«, og nú »standsede ager*
dyrkningens fremskridt« og gav »egennytte, rænker og
usamdrægtighed rig næring« (cit. eftir Skeie s. 29). Ørsted
virkaði í mong ár sum løgfrøðiligur leiðbeinari, so tað er
ikki óhugsandi, at Tillisch, sum í árunum 1816—20 læs
løgfrøði, er vorðin ávirkaður av hansara sjónarmiðum. Ið
hvussu so er hava Tillisch og Ørsted somu áskoðan. Hann
byrjar sítt omanfyri nevnda skriv frá 16. december 1826
soleiðis:
»Det er formeentlig en aldeles afgjort Sag, at den paa Færøe efter
Norske Lov og Forordningen af 14. juni 1771 gjældende Odelsret for-
anlediger de fleste og største Stridigheder mellem Indbyggerne, og det
uden i andre Henseender at være Landet til Nytte«.
Men kancelliið, har Ørsted annars hevði havt sæti sum
tilnevndur síðan 1813, og hvørs forseti var P. C. Stemann,
morbróður Tillisch, ið hevði sitið frá 22. januar 1827, vildi
ikki fylgja tilmælið um at avtaka óðalsrættin og ynskti sær
at fáa gjøllari frágreiðing um, hví í øðrum lagi uppskotið