Fróðskaparrit - 01.01.1961, Side 122

Fróðskaparrit - 01.01.1961, Side 122
128 Óðalsrætturin í Føroyum Okkurt um eitt ár eftir tað, at Chr. Ludvig Tilliscii var vorðin amtmaður, bað hann í skrivi av 5. juli 1826 (E—624) sorinskrivaran og landfútan um teirra álit um, hvussu rúmar ræsur fyriskipanin av 1811 skuldi fáa í Føroyum. Tá ið Tillisch hevði fingið hesi álit í hendi tilráddi hann í skrivi av 16. december 1826 (E. nr. 776) til kanselliið, í fyrsta lagi, at allur óðalsrættur í Føroyum varð avtikin og í øðrum lagi, at fyriskipanin av 5. apríl 1811 skuldi fáa gildi, kortini soleiðis »at ingen Jordlod, som var mindre end en halv Mark Jord skulde være Gjenstand for Indløsning«. Sum tað fer at vísa seg var Tillisch ikki væl í øgn við óðals* rættin, sum ikki er so løgið, tá ið óðalsrætturin í hesi tíð hevði fáar menn sum vardu hansara søk í Danmørk. Ser* liga Anders Sandøe Ørsted var hansara svorni mótstøðu* maður. Hann hevði í eini grein í Nyt juridisk Arkiv 26. Bd. (1819) harðliga funnist at óðalsrættinum, sum eftir hansara uppfatan hevði »overlevet den tid, hvori den tjente til at befæste frihed og ejendom«, og nú »standsede ager* dyrkningens fremskridt« og gav »egennytte, rænker og usamdrægtighed rig næring« (cit. eftir Skeie s. 29). Ørsted virkaði í mong ár sum løgfrøðiligur leiðbeinari, so tað er ikki óhugsandi, at Tillisch, sum í árunum 1816—20 læs løgfrøði, er vorðin ávirkaður av hansara sjónarmiðum. Ið hvussu so er hava Tillisch og Ørsted somu áskoðan. Hann byrjar sítt omanfyri nevnda skriv frá 16. december 1826 soleiðis: »Det er formeentlig en aldeles afgjort Sag, at den paa Færøe efter Norske Lov og Forordningen af 14. juni 1771 gjældende Odelsret for- anlediger de fleste og største Stridigheder mellem Indbyggerne, og det uden i andre Henseender at være Landet til Nytte«. Men kancelliið, har Ørsted annars hevði havt sæti sum tilnevndur síðan 1813, og hvørs forseti var P. C. Stemann, morbróður Tillisch, ið hevði sitið frá 22. januar 1827, vildi ikki fylgja tilmælið um at avtaka óðalsrættin og ynskti sær at fáa gjøllari frágreiðing um, hví í øðrum lagi uppskotið
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.