Fróðskaparrit - 01.01.1991, Qupperneq 64
68
A NOTE ON THE OCCURENCE OF LAND PLANARIANS
Úrtak
Hesi seinastu árini eru 2 sløg av turbulariu-
maðki, sum haldi til uppi á landi, funnin.
Hvørki teirra eru skrásett her áður. Annað
slagið, Rhynchodemus terrestris (Miiller),
varð funnið í Suðuroy í 1978 (Bengtson,
1982). Hitt slagið, Arthioposthia triangulata
Fyfe, varð funnið í Tórshavn á sumri 1987 og
aftur á sumri 1990 í Kvívík. Hitt seinna slag-
ið er slættur maðkur, brúnligur á liti, verður
upp í um leið 10 cm langur og Vi cm breiður.
í 1991 varð turbulariumaðkurin funnin um
alt landið.
Turbulariumaðkurin er rovdjór, ið etur
reyðmaðk. Tað var eisini, tá ið tey settu epli
niður, at tey komu fram á Arthioposthia tri-
angulata. Ikki ein einisti reyðmaðkur var í
eplaveltuni, har tey funnu meiri enn 100 dýr
av hesum slagnum.
Bæði sløgini eru helst flutt við folki. Hitt
fyrri slagið, Rhynchodemus terrestris, er
spjatt víða um Norður-Europa, Danmark,
Ongland, írland, Orkneyoyggjarnar, Vestur-
Noreg íroknað. Tað er eisini funnið á súður-
landinum í íslandi.
Hitt seinna slagið, Arthioposthia triangul-
ata, kemur av fyrstan tíð úr New Zealandi.
Ikki fyrr enn í 1963 varð tað funnið í Eur-
opa, í tveimum urtagørðum í Belfast. Men
seinni, í 1977, hevur tað breitt seg til norðara
partin av Skotlandi, og í 1989 er tað eisini
funnið á Súðurlandinum. Enn er eingin frá-
boðan komin um, at tað er funnið í Dan-
mark ella Noregi. IT verður mett, at slagið er
flutt við folki av óvart sum maðkur ella í
egghylki í mold úr Skotlandi/Onglandi. Ant-
in í plantum, sum ferðafólk kunnu hava
keypt heim við sær. Ella - og tað er meira
líkt til, at so er - er tað komið við influttum
seteplum. Síðani 1976 hevur verið fast
summarsamband vil Skotland. Harumframt
hava vit í nógv ár keypt seteplir m.a. úr Skot-
landi.