Fróðskaparrit - 01.01.1991, Blaðsíða 120

Fróðskaparrit - 01.01.1991, Blaðsíða 120
124 LEIKAR OG LÆRDAR ljósmøðraskeiðum í Havn, fyrstu ferð í 1817 við tveimum næmingum. Táverandi lands- lækni L. Amysen hevði fingið útgerð til slík skeið sendandi úr Danmark, t.d. eina dukku (»Phantom«), sum varð brúkt til at læra tær eitt sindur um anatomi, og hartil bøkur og amboð, sum næmingarnir fingu í varð- veitslu. - So var einki skeið aftur fyrr enn 1826/27, tá Claus Manicus (landslækni 1820-28) helt seg hava skyldu at taka skeiðini uppaftur, tí tað í hansara embætistíð »ind- traf nogle sørgelige og ubehagelige Tilfælde, som med en bedre Indretning af Jordemo- der-Væsenet ikke burde have indtruffet.« Tað eydnaðist honum at fáa 12 næmingar í aldrinum 26-50 ár ymsastaðni úr landinum til Havnar. Summar teirra høvdu áður virk- að sum ljósmøður, aðrar vóru døtur ljós- møðra10. í tveir mánaðir var undirvísing hvørt kvøld. Tær vórðu lærdar eftir lærubók Sax- torphs professara, sum varð brúkt fram til 1840-árini bæði á ljósmøðraskúlanum í Keypmannahavn, í Noregi og Svøríki. Sax- torph legði dent á, at ljósmøðurnar so vítt gjørligt ikki skuldu taka ta eigandi konuna av ræði, men ugga og stuðla sum frægast. Ikki mátti hon geva konuni nakað fyri pínu (t.d. brennivín), uttan hon kundi taka blóð av konuni bæði fyri at lætta pínu og í øðrum førum, har tað eftir tátíðar vitan varð hildið at hjálpa. Saxtorph gjørdi ikki so nógv burt- ur úr reinføri, men nevndi tó, at ljósmóðirin skuldi hava sápu við sær. Um skeiðið, ið C. Manicus helt í 1826/27, skrivaði hann, at konurnar lærdu at »sætte klyster, árelade og tage vandet«; hartil lærdu tær nakað um vanligar sjúkur hjá seingjar- konum og smábørnum. Skeiðið endaði við próvtøku, prestar og embætismenn vóru hjástaddir. Síðan fingu tær viðmæli at fáa autorisatión frá amtmanninum, og útflýggj- aðan instruks, ið var tann sami, sum danskar Ijósmøður fingu, og har rættindi og skyldur teirra vóru ásett. Tað tykist ikki sum at landslæknarnir eftir Manicus hava hildið fram við hesum skeið- um. í 1847 átalaði læknin Panum" harðliga, at tað bert vóru 4-5 skúlaðar ljósmøður, og tað so mikið verri, at landslæknarnir ikki nú sum áður hildu ljósmøðraskeið. í 1848 royndi C. Regenburg (landsl. 1844-52) at taka skeiðini uppaftur, og í uppaftur størri mun Napoleon Nolsøe (landsl. 1858-65), tá ið hann kom til. Tá ið Nap. Nolsøe tók við, vóru 6 »exami- nerede« og 3-4 ljósmøður, sum vóru upp- lærdar í Havn, tær flestu farnar um tey hálvthundrað, summar ússaligar, og annars »besørges Fødselshjælpen af gamle Koner«. Eingin fekk løn uttan tvær, sum virkaðu í Havn. Um hvussu tær vórðu samsýntar, skrivaði hann, at »Beboerne i Reglen betale det gamle ubetydelige Vederlag, der ikke staar i noget som helst Forhold til de nu steg- ne Livsfornødenheder« (ársfrágr. 1860). í ársfrágreiðing 1861 stendur, at hann á ferð- um sínum hevði roynt at »stemme Befolk- ningen gunstigere for Jordemodervæsenet« og elva konum til at koma til Havnar á skeið, men undirtøkan var lítil. Ivaleyst hevur van- ligasta umberingin verið, at tær ikki høvdu ráð, tí hann skjýtur upp, at tær áttu at fingið frítt vistarhald í Havn í lærutíðini, útreiðsl- urnar kundu verið tiknar av »landets matrik- ulerede jordegods«. Eyðvitað hevur hetta ikki eydnast, men Nolsøe gavst ikki so. Hann fekk fólk í ymsum sóknum at savna pening saman til uppihald og skeið hjá ljós- møðranæmingum. Tilsamans lærdi Nap. Nolsøe 14 ljósmøður upp »for privat regning uden udgift for det offentlige«. Hann fekk
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114
Blaðsíða 115
Blaðsíða 116
Blaðsíða 117
Blaðsíða 118
Blaðsíða 119
Blaðsíða 120
Blaðsíða 121
Blaðsíða 122
Blaðsíða 123
Blaðsíða 124
Blaðsíða 125
Blaðsíða 126
Blaðsíða 127
Blaðsíða 128
Blaðsíða 129
Blaðsíða 130
Blaðsíða 131
Blaðsíða 132
Blaðsíða 133
Blaðsíða 134
Blaðsíða 135
Blaðsíða 136
Blaðsíða 137
Blaðsíða 138
Blaðsíða 139
Blaðsíða 140
Blaðsíða 141
Blaðsíða 142
Blaðsíða 143
Blaðsíða 144
Blaðsíða 145
Blaðsíða 146
Blaðsíða 147
Blaðsíða 148

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.