Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 120

Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 120
124 LEIKAR OG LÆRDAR ljósmøðraskeiðum í Havn, fyrstu ferð í 1817 við tveimum næmingum. Táverandi lands- lækni L. Amysen hevði fingið útgerð til slík skeið sendandi úr Danmark, t.d. eina dukku (»Phantom«), sum varð brúkt til at læra tær eitt sindur um anatomi, og hartil bøkur og amboð, sum næmingarnir fingu í varð- veitslu. - So var einki skeið aftur fyrr enn 1826/27, tá Claus Manicus (landslækni 1820-28) helt seg hava skyldu at taka skeiðini uppaftur, tí tað í hansara embætistíð »ind- traf nogle sørgelige og ubehagelige Tilfælde, som med en bedre Indretning af Jordemo- der-Væsenet ikke burde have indtruffet.« Tað eydnaðist honum at fáa 12 næmingar í aldrinum 26-50 ár ymsastaðni úr landinum til Havnar. Summar teirra høvdu áður virk- að sum ijósmøður, aðrar vóru døtur ljós- møðra10. í tveir mánaðir var undirvísing hvørt kvøld. Tær vórðu lærdar eftir lærubók Sax- torphs professara, sum varð brúkt fram til 1840-árini bæði á ljósmøðraskúlanum í Keypmannahavn, í Noregi og Svøríki. Sax- torph legði dent á, at ljósmøðurnar so vítt gjørligt ikki skuldu taka ta eigandi konuna av ræði, men ugga og stuðla sum frægast. Ikki mátti hon geva konuni nakað fyri pínu (t.d. brennivín), uttan hon kundi taka blóð av konuni bæði fyri at lætta pínu og í øðrum førum, har tað eftir tátíðar vitan varð hildið at hjálpa. Saxtorph gjørdi ikki so nógv burt- ur úr reinføri, men nevndi tó, at ljósmóðirin skuldi hava sápu við sær. Um skeiðið, ið C. Manicus helt í 1826/27, skrivaði hann, at konurnar lærdu at »sætte klyster, árelade og tage vandet«; hartil lærdu tær nakað um vanligar sjúkur hjá seingjar- konum og smábørnum. Skeiðið endaði við próvtøku, prestar og embætismenn vóru hjástaddir. Síðan fingu tær viðmæli at fáa autorisatión frá amtmanninum, og útflýggj- aðan instruks, ið var tann sami, sum danskar ljósmøður fingu, og har rættindi og skyldur teirra vóru ásett. Tað tykist ikki sum at landslæknarnir eftir Manicus hava hildið fram við hesum skeið- um. í 1847 átalaði læknin Panum" harðliga, at tað bert vóru 4-5 skúlaðar ljósmøður, og tað so mikið verri, at landslæknarnir ikki nú sum áður hildu ljósmøðraskeið. í 1848 royndi C. Regenburg (landsl. 1844-52) at taka skeiðini uppaftur, og í uppaftur størri mun Napoleon Nolsøe (landsl. 1858-65), tá ið hann kom til. Tá ið Nap. Nolsøe tók við, vóru 6 »exami- nerede« og 3-4 ljósmøður, sum vóru upp- lærdar í Havn, tær flestu farnar um tey hálvthundrað, summar ússaligar, og annars »besørges Fødselshjælpen af gamle Koner«. Eingin fekk løn uttan tvær, sum virkaðu í Havn. Um hvussu tær vórðu samsýntar, skrivaði hann, at »Beboerne i Reglen betale det gamle ubetydelige Vederlag, der ikke staar i noget som helst Forhold til de nu steg- ne Livsfornødenheder« (ársfrágr. 1860). í ársfrágreiðing 1861 stendur, at hann á ferð- um sínum hevði roynt at »stemme Befolk- ningen gunstigere for Jordemodervæsenet« og elva konum til at koma til Havnar á skeið, men undirtøkan var lítil. Ivaleyst hevur van- ligasta umberingin verið, at tær ikki høvdu ráð, tí hann skjýtur upp, at tær áttu at fingið frítt vistarhald í Havn í lærutíðini, útreiðsl- urnar kundu verið tiknar av »landets matrik- ulerede jordegods«. Eyðvitað hevur hetta ikki eydnast, men Nolsøe gavst ikki so. Hann fekk fólk í ymsum sóknum at savna pening saman til uppihald og skeið hjá ljós- møðranæmingum. Tilsamans lærdi Nap. Nolsøe 14 ljósmøður upp »for privat regning uden udgift for det offentlige«. Hann fekk
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.