Fróðskaparrit - 01.01.1991, Side 120
124
LEIKAR OG LÆRDAR
ljósmøðraskeiðum í Havn, fyrstu ferð í 1817
við tveimum næmingum. Táverandi lands-
lækni L. Amysen hevði fingið útgerð til slík
skeið sendandi úr Danmark, t.d. eina dukku
(»Phantom«), sum varð brúkt til at læra tær
eitt sindur um anatomi, og hartil bøkur og
amboð, sum næmingarnir fingu í varð-
veitslu. - So var einki skeið aftur fyrr enn
1826/27, tá Claus Manicus (landslækni
1820-28) helt seg hava skyldu at taka skeiðini
uppaftur, tí tað í hansara embætistíð »ind-
traf nogle sørgelige og ubehagelige Tilfælde,
som med en bedre Indretning af Jordemo-
der-Væsenet ikke burde have indtruffet.«
Tað eydnaðist honum at fáa 12 næmingar í
aldrinum 26-50 ár ymsastaðni úr landinum
til Havnar. Summar teirra høvdu áður virk-
að sum ijósmøður, aðrar vóru døtur ljós-
møðra10.
í tveir mánaðir var undirvísing hvørt
kvøld. Tær vórðu lærdar eftir lærubók Sax-
torphs professara, sum varð brúkt fram til
1840-árini bæði á ljósmøðraskúlanum í
Keypmannahavn, í Noregi og Svøríki. Sax-
torph legði dent á, at ljósmøðurnar so vítt
gjørligt ikki skuldu taka ta eigandi konuna
av ræði, men ugga og stuðla sum frægast.
Ikki mátti hon geva konuni nakað fyri pínu
(t.d. brennivín), uttan hon kundi taka blóð
av konuni bæði fyri at lætta pínu og í øðrum
førum, har tað eftir tátíðar vitan varð hildið
at hjálpa. Saxtorph gjørdi ikki so nógv burt-
ur úr reinføri, men nevndi tó, at ljósmóðirin
skuldi hava sápu við sær.
Um skeiðið, ið C. Manicus helt í 1826/27,
skrivaði hann, at konurnar lærdu at »sætte
klyster, árelade og tage vandet«; hartil lærdu
tær nakað um vanligar sjúkur hjá seingjar-
konum og smábørnum. Skeiðið endaði við
próvtøku, prestar og embætismenn vóru
hjástaddir. Síðan fingu tær viðmæli at fáa
autorisatión frá amtmanninum, og útflýggj-
aðan instruks, ið var tann sami, sum danskar
ljósmøður fingu, og har rættindi og skyldur
teirra vóru ásett.
Tað tykist ikki sum at landslæknarnir eftir
Manicus hava hildið fram við hesum skeið-
um. í 1847 átalaði læknin Panum" harðliga,
at tað bert vóru 4-5 skúlaðar ljósmøður, og
tað so mikið verri, at landslæknarnir ikki nú
sum áður hildu ljósmøðraskeið. í 1848
royndi C. Regenburg (landsl. 1844-52) at
taka skeiðini uppaftur, og í uppaftur størri
mun Napoleon Nolsøe (landsl. 1858-65), tá
ið hann kom til.
Tá ið Nap. Nolsøe tók við, vóru 6 »exami-
nerede« og 3-4 ljósmøður, sum vóru upp-
lærdar í Havn, tær flestu farnar um tey
hálvthundrað, summar ússaligar, og annars
»besørges Fødselshjælpen af gamle Koner«.
Eingin fekk løn uttan tvær, sum virkaðu í
Havn. Um hvussu tær vórðu samsýntar,
skrivaði hann, at »Beboerne i Reglen betale
det gamle ubetydelige Vederlag, der ikke
staar i noget som helst Forhold til de nu steg-
ne Livsfornødenheder« (ársfrágr. 1860). í
ársfrágreiðing 1861 stendur, at hann á ferð-
um sínum hevði roynt at »stemme Befolk-
ningen gunstigere for Jordemodervæsenet«
og elva konum til at koma til Havnar á skeið,
men undirtøkan var lítil. Ivaleyst hevur van-
ligasta umberingin verið, at tær ikki høvdu
ráð, tí hann skjýtur upp, at tær áttu at fingið
frítt vistarhald í Havn í lærutíðini, útreiðsl-
urnar kundu verið tiknar av »landets matrik-
ulerede jordegods«. Eyðvitað hevur hetta
ikki eydnast, men Nolsøe gavst ikki so.
Hann fekk fólk í ymsum sóknum at savna
pening saman til uppihald og skeið hjá ljós-
møðranæmingum. Tilsamans lærdi Nap.
Nolsøe 14 ljósmøður upp »for privat regning
uden udgift for det offentlige«. Hann fekk