Fróðskaparrit - 01.01.1991, Blaðsíða 100
104
FØROYINGAR í RUSSISKUM BÓKMENTUM
drúgva grein um søgu og forna dagliga yrki
føroyinga,6 og í mest lisna vikublaðnum í
60-árunum essay um grindadráp, fugla-
veiði og ræning sum vinnu føroyinga frá
gamlari tíð.7 Onnur grein, um sethús og
úthús føroyinga, stóð í frammanundan
nevnda etnografiska tíðarriti.8 í tí autorita-
tiva ársritinum hjá skandinavistunum, sum
út verður givið í Estlandi, gjørdi hann
grein á uppruna og etnisku søgu teirra, ið
búgva í Føroyum. Heimildirnar vóru upp-
lýsingar úr etniskari navnagransking og
antropologi.9
Miðskeiðis í 60-árunum gav Etnografiski
stovnur Vísindaakademis Sovjetsamveldis-
ins út verk á vísindaligum støði í 18 bind-
um, »Naródy mira« (Fólkini í heiminum).
í 2. bindi, »Naródy Zarubeznoj Evrópy«
(Fólkini í Evropa handan mark (Sovjet-
samveldisins)), stóð søgufrøðiligt etnograf-
iskt kapittul, »Farertsy« (Føroyingar), eft-
ir G. A. Hetta er monografisk heildarvið-
gerð.10
í tesunum hjá G. A. um evnið »Obscin-
nye traditsii Farerskogo krestjánstva«
(Felagsskaparsiðir hjá føroyskum bónd-
um), sum eru til skjals í tilfarssavni til »2.
vísindaligu ráðstevnu um søgu, búskap,
mál og bókmentir Skandinavisku landanna
og Finnlands«, eins og í sjálvum fyrilestr-
inum um hetta evni12 við heimildum um
danskan og føroyskan rætt sum støði, eru
kannað búskaparligu viðurskiftini í patri-
arkalum grannafamiljum í miðøld og
kjarnafamiljum í nýggjari tíð um somu
leiðir, sum eru uppkomin av felagsnýtslu
av jørð til seyðahald. í 5 binda verkinum
»Ocerki obscej etnográfii« (Greinir um al-
menna etnografi) í bindinum »Zarubez-
naja Evrópa« (Evropa handan mark) er
greinin »Føroyingar« eftir G. A. Her verð-
ur landnámið umrøtt, yrki landnáms-
manna: seyðahald, kópaveiði, fuglaveiði
og ræning; uppkoma tilvitsku føroyinga
um seg sum tjóð; útróður og seinni lang-
farafiskiskapur; uppkoma og framvøkstur
bókmenta í Føroyum.13
í 1966 gav G. A. út fyrstu bókina um
føroyingar. Hon er einasta bók útgivin í
Sovjetsamveldinum um hetta fólk. Svart-
ar-hvítar myndir eru í bókini; tær eru allar
endurprentaðar úr føroyskum og øðrum
skandinaviskum bókmentum. Myndirnar
eru ætlaðar at geva hóma av gerandislívi
og bygd og býi.14 Tesurnar »K voprósu o
natsionálnom dvizenii Farertsev« (Til
spurningin um tjóðskaparrørsluna hjá før-
oyingum) eru útgivnar í sambandi við »3.
vísindaligu ráðstevnuna um søgu, búskap,
mál og bókmentir Skandinavisku landanna
og Finnlands« í stuttum yvirliti.15 Eftir-
fylgjandi drúgvu vísindaligu kanningarnar
á somu leið - »K istorii borbý za natsio-
nálnoe samoopredelenie na Farerskikh
ostrovákh« (Til søgu stríðsins fyri tjóð-
skaparligari sjálvavgerð í Føroyum) prent-
aðar í einum av høvuðstíðarritunum um
søgufrøðiligar spurningar16 og »K pro-
blemam formirovánia Farerskogo naróda i
vozniknovenia na Farerakh natsionálno-
osvoboditelnogo dvizenija« (Til spurnin-
garnar, hvussu føroyska tjóðin myndaðist,
og hvussu tjóðskaparliga frælsisrørslan
kom í í Føroyum)17 siga frá teinum á
leiðini fram ímóti mentanarligari endur-
føðing, frá politiska flokkabýtinum frá
1906 og seinni, sosiala og búskaparliga
framvøkstri samfelagsins, sum í 1948 fekk
heimastýri í danska ríkinum.
G. A. hevur í drúgvari ritgerð kannað
málsøgu tjóðarheitisins »føroyingar«.
Henda ritgerð er prentað í vísindaritinum