Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 100

Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 100
104 FØROYINGAR í RUSSISKUM BÓKMENTUM drúgva grein um søgu og forna dagliga yrki føroyinga,6 og í mest lisna vikublaðnum í 60-árunum essay um grindadráp, fugla- veiði og ræning sum vinnu føroyinga frá gamlari tíð.7 Onnur grein, um sethús og úthús føroyinga, stóð í frammanundan nevnda etnografiska tíðarriti.8 í tí autorita- tiva ársritinum hjá skandinavistunum, sum út verður givið í Estlandi, gjørdi hann grein á uppruna og etnisku søgu teirra, ið búgva í Føroyum. Heimildirnar vóru upp- lýsingar úr etniskari navnagransking og antropologi.9 Miðskeiðis í 60-árunum gav Etnografiski stovnur Vísindaakademis Sovjetsamveldis- ins út verk á vísindaligum støði í 18 bind- um, »Naródy mira« (Fólkini í heiminum). í 2. bindi, »Naródy Zarubeznoj Evrópy« (Fólkini í Evropa handan mark (Sovjet- samveldisins)), stóð søgufrøðiligt etnograf- iskt kapittul, »Farertsy« (Føroyingar), eft- ir G. A. Hetta er monografisk heildarvið- gerð.10 í tesunum hjá G. A. um evnið »Obscin- nye traditsii Farerskogo krestjánstva« (Felagsskaparsiðir hjá føroyskum bónd- um), sum eru til skjals í tilfarssavni til »2. vísindaligu ráðstevnu um søgu, búskap, mál og bókmentir Skandinavisku landanna og Finnlands«, eins og í sjálvum fyrilestr- inum um hetta evni12 við heimildum um danskan og føroyskan rætt sum støði, eru kannað búskaparligu viðurskiftini í patri- arkalum grannafamiljum í miðøld og kjarnafamiljum í nýggjari tíð um somu leiðir, sum eru uppkomin av felagsnýtslu av jørð til seyðahald. í 5 binda verkinum »Ocerki obscej etnográfii« (Greinir um al- menna etnografi) í bindinum »Zarubez- naja Evrópa« (Evropa handan mark) er greinin »Føroyingar« eftir G. A. Her verð- ur landnámið umrøtt, yrki landnáms- manna: seyðahald, kópaveiði, fuglaveiði og ræning; uppkoma tilvitsku føroyinga um seg sum tjóð; útróður og seinni lang- farafiskiskapur; uppkoma og framvøkstur bókmenta í Føroyum.13 í 1966 gav G. A. út fyrstu bókina um føroyingar. Hon er einasta bók útgivin í Sovjetsamveldinum um hetta fólk. Svart- ar-hvítar myndir eru í bókini; tær eru allar endurprentaðar úr føroyskum og øðrum skandinaviskum bókmentum. Myndirnar eru ætlaðar at geva hóma av gerandislívi og bygd og býi.14 Tesurnar »K voprósu o natsionálnom dvizenii Farertsev« (Til spurningin um tjóðskaparrørsluna hjá før- oyingum) eru útgivnar í sambandi við »3. vísindaligu ráðstevnuna um søgu, búskap, mál og bókmentir Skandinavisku landanna og Finnlands« í stuttum yvirliti.15 Eftir- fylgjandi drúgvu vísindaligu kanningarnar á somu leið - »K istorii borbý za natsio- nálnoe samoopredelenie na Farerskikh ostrovákh« (Til søgu stríðsins fyri tjóð- skaparligari sjálvavgerð í Føroyum) prent- aðar í einum av høvuðstíðarritunum um søgufrøðiligar spurningar16 og »K pro- blemam formirovánia Farerskogo naróda i vozniknovenia na Farerakh natsionálno- osvoboditelnogo dvizenija« (Til spurnin- garnar, hvussu føroyska tjóðin myndaðist, og hvussu tjóðskaparliga frælsisrørslan kom í í Føroyum)17 siga frá teinum á leiðini fram ímóti mentanarligari endur- føðing, frá politiska flokkabýtinum frá 1906 og seinni, sosiala og búskaparliga framvøkstri samfelagsins, sum í 1948 fekk heimastýri í danska ríkinum. G. A. hevur í drúgvari ritgerð kannað málsøgu tjóðarheitisins »føroyingar«. Henda ritgerð er prentað í vísindaritinum
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.