Fróðskaparrit - 01.01.1991, Blaðsíða 130

Fróðskaparrit - 01.01.1991, Blaðsíða 130
134 LEIKAR OG LÆRDAR myndugleikum. Ikki fyrr enn í 1920 fekst semja um tær lógargreinir, sum ringast var at koma til sættis um, nevniliga um stødd á fastari ljósmøðraløn og at seta fastar takstir fyri samsýningar og ferðapening, sum hvør ljósmóðir skuldi hava rætt at krevja. - Minstalønin varð sett til 400 kr. Eisini komu aðrar ábøtur, t.d. ásetingar um, at ljósmøð- ur kundu fáa ískoyti til húsaleigu og telefon, reglur um aldursviðbøtur, eftirløn o.a. - Eitt annað var so, at tað ikki í øllum førum var lætt at fáa kommunurnar at gjalda tað, tær høvdu skyldu til eftir lógini. Hvør førdi lønarstríðið? Fáar skrivligar keldur eru, sum vísa, at ljós- møður í 19. øld sjálvar skrivaðu til myndug- leikar, tó so eru av og á at síggja áheitanir frá ljósmøðrum um at fáa fasta løn ella eftirløn. Vanligari mundi tó vera, at um tær vóru ónøgdar við okkurt, bóru tær tað upp á mál við lækna ella aðrar embætismenn, tá ið høvi var at hitta teir. Men annars kemur mis- nøgdin meira fram við passivari mótstøðu: konur bera seg undan at fara at læra, tær siga seg vera ov veikar og ússaligar og biðja um at verða loystar úr starvi. Nógvar grundir kunnu hugsast at hava forðað felags tiltøkum hjá ljósmøðrum. í tí dagliga arbeiðnum høvdu tær lítið samband hvør við aðra, og eisini høvdu tær ymiss áhugamál. Tann, sum bert hevði nakrar fáar barnburðar um árið, t.d. á útoyggj við ong- ari ferðing, var ikki í somu støðu sum tann, sum kanska hevði 20, ið gav einar hálvtann- aðhundrað arbeiðsdagar um árið, og sum skuldi fara millum bygdir í øllum líkindum eftir sjógv ella landi. Hartil kom, at tær ong- ar fyrimyndir høvdu fyri samskipaðum løn- arstríði, so leingi lønarbeiði bert var lítil partur av búskaparligum grundarlag í flest- øllum húshaldum í Føroyum. Ljósmøðurnar høvdu samstarv við lækn- arnar. Teir høvdu eftirlit við virki teirra, átal- aðu ólíkindi og skipaðu fyri at seta tær í kar- antenu, tá ið smittuvandi var. Men hinvegin høvdu læknar allar grundir til at fara væl við røskum og skilagóðum ljósmøðum. Yvir- høvur eru tað eisini læknar, og serliga lands- læknin, sum vegna ljósmøðurnar royna at streingja á myndugleikarnar fyri at fáa teim- um betri arbeiðs- og lønarkor. Hetta patri- arkalska samband millum læknar og ljós- møður gongur aftur alt tíðarskeiðið, sum her er kannað. Færøernes Jordemoderforening Enn í 1907 var tað so, at tað var landslækn- in, sum førdi orðið fyri ljósmøðurnar í skriv- um til amt og løgting; men so við og við broyttist hetta til, at ljósmøðurnar eisini sjálvar skrivaðu brøv til myndugleikar og løgdu síni sjónarmið fram fyri teir. í 1917 varð Færøernes Jordemoderfore- ning stovnað og gjørdist eftir áheitan limur sum »kredsforening« av danska ljósmøðra- felagnum. Felagið virkaði fyri bøttum lønar- og arbeiðskorum og fyri at verja rættindi limanna. Eftir donskum siði var eisini lækni í nevndini, hann sat sum næstformaður. Fyrsti formaður felagsins var Hansina Han- sen (Hansina í Fjósi), ljósmóðir í Havn. Limirnir fingu Tidsskrift for Jordemødre sendandi24. Vit kunnu kanska spyrja, hvussu tað bar til, at tað eydnaðist ljósmøðrunum - uml. 20 í tali - at stovna yrkisfelag í 1917. Hildu mangar undan teimum seg leingi hava liðið órætt, so høvdu tær ikki gjørt nógv um seg áður. Neyðugt er her at minna á, hvussu bú-
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114
Blaðsíða 115
Blaðsíða 116
Blaðsíða 117
Blaðsíða 118
Blaðsíða 119
Blaðsíða 120
Blaðsíða 121
Blaðsíða 122
Blaðsíða 123
Blaðsíða 124
Blaðsíða 125
Blaðsíða 126
Blaðsíða 127
Blaðsíða 128
Blaðsíða 129
Blaðsíða 130
Blaðsíða 131
Blaðsíða 132
Blaðsíða 133
Blaðsíða 134
Blaðsíða 135
Blaðsíða 136
Blaðsíða 137
Blaðsíða 138
Blaðsíða 139
Blaðsíða 140
Blaðsíða 141
Blaðsíða 142
Blaðsíða 143
Blaðsíða 144
Blaðsíða 145
Blaðsíða 146
Blaðsíða 147
Blaðsíða 148

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.