Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 130

Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 130
134 LEIKAR OG LÆRDAR myndugleikum. Ikki fyrr enn í 1920 fekst semja um tær lógargreinir, sum ringast var at koma til sættis um, nevniliga um stødd á fastari ljósmøðraløn og at seta fastar takstir fyri samsýningar og ferðapening, sum hvør ljósmóðir skuldi hava rætt at krevja. - Minstalønin varð sett til 400 kr. Eisini komu aðrar ábøtur, t.d. ásetingar um, at ljósmøð- ur kundu fáa ískoyti til húsaleigu og telefon, reglur um aldursviðbøtur, eftirløn o.a. - Eitt annað var so, at tað ikki í øllum førum var lætt at fáa kommunurnar at gjalda tað, tær høvdu skyldu til eftir lógini. Hvør førdi lønarstríðið? Fáar skrivligar keldur eru, sum vísa, at ljós- møður í 19. øld sjálvar skrivaðu til myndug- leikar, tó so eru av og á at síggja áheitanir frá ljósmøðrum um at fáa fasta løn ella eftirløn. Vanligari mundi tó vera, at um tær vóru ónøgdar við okkurt, bóru tær tað upp á mál við lækna ella aðrar embætismenn, tá ið høvi var at hitta teir. Men annars kemur mis- nøgdin meira fram við passivari mótstøðu: konur bera seg undan at fara at læra, tær siga seg vera ov veikar og ússaligar og biðja um at verða loystar úr starvi. Nógvar grundir kunnu hugsast at hava forðað felags tiltøkum hjá ljósmøðrum. í tí dagliga arbeiðnum høvdu tær lítið samband hvør við aðra, og eisini høvdu tær ymiss áhugamál. Tann, sum bert hevði nakrar fáar barnburðar um árið, t.d. á útoyggj við ong- ari ferðing, var ikki í somu støðu sum tann, sum kanska hevði 20, ið gav einar hálvtann- aðhundrað arbeiðsdagar um árið, og sum skuldi fara millum bygdir í øllum líkindum eftir sjógv ella landi. Hartil kom, at tær ong- ar fyrimyndir høvdu fyri samskipaðum løn- arstríði, so leingi lønarbeiði bert var lítil partur av búskaparligum grundarlag í flest- øllum húshaldum í Føroyum. Ljósmøðurnar høvdu samstarv við lækn- arnar. Teir høvdu eftirlit við virki teirra, átal- aðu ólíkindi og skipaðu fyri at seta tær í kar- antenu, tá ið smittuvandi var. Men hinvegin høvdu læknar allar grundir til at fara væl við røskum og skilagóðum ljósmøðum. Yvir- høvur eru tað eisini læknar, og serliga lands- læknin, sum vegna ljósmøðurnar royna at streingja á myndugleikarnar fyri at fáa teim- um betri arbeiðs- og lønarkor. Hetta patri- arkalska samband millum læknar og ljós- møður gongur aftur alt tíðarskeiðið, sum her er kannað. Færøernes Jordemoderforening Enn í 1907 var tað so, at tað var landslækn- in, sum førdi orðið fyri ljósmøðurnar í skriv- um til amt og løgting; men so við og við broyttist hetta til, at ljósmøðurnar eisini sjálvar skrivaðu brøv til myndugleikar og løgdu síni sjónarmið fram fyri teir. í 1917 varð Færøernes Jordemoderfore- ning stovnað og gjørdist eftir áheitan limur sum »kredsforening« av danska ljósmøðra- felagnum. Felagið virkaði fyri bøttum lønar- og arbeiðskorum og fyri at verja rættindi limanna. Eftir donskum siði var eisini lækni í nevndini, hann sat sum næstformaður. Fyrsti formaður felagsins var Hansina Han- sen (Hansina í Fjósi), ljósmóðir í Havn. Limirnir fingu Tidsskrift for Jorđemødre sendandi24. Vit kunnu kanska spyrja, hvussu tað bar til, at tað eydnaðist ljósmøðrunum - uml. 20 í tali - at stovna yrkisfelag í 1917. Hildu mangar undan teimum seg leingi hava liðið órætt, so høvdu tær ikki gjørt nógv um seg áður. Neyðugt er her at minna á, hvussu bú-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.