Fróðskaparrit - 01.01.1991, Blaðsíða 130
134
LEIKAR OG LÆRDAR
myndugleikum. Ikki fyrr enn í 1920 fekst
semja um tær lógargreinir, sum ringast var at
koma til sættis um, nevniliga um stødd á
fastari ljósmøðraløn og at seta fastar takstir
fyri samsýningar og ferðapening, sum hvør
ljósmóðir skuldi hava rætt at krevja. -
Minstalønin varð sett til 400 kr. Eisini komu
aðrar ábøtur, t.d. ásetingar um, at ljósmøð-
ur kundu fáa ískoyti til húsaleigu og telefon,
reglur um aldursviðbøtur, eftirløn o.a. -
Eitt annað var so, at tað ikki í øllum førum
var lætt at fáa kommunurnar at gjalda tað,
tær høvdu skyldu til eftir lógini.
Hvør førdi lønarstríðið?
Fáar skrivligar keldur eru, sum vísa, at ljós-
møður í 19. øld sjálvar skrivaðu til myndug-
leikar, tó so eru av og á at síggja áheitanir frá
ljósmøðrum um at fáa fasta løn ella eftirløn.
Vanligari mundi tó vera, at um tær vóru
ónøgdar við okkurt, bóru tær tað upp á mál
við lækna ella aðrar embætismenn, tá ið
høvi var at hitta teir. Men annars kemur mis-
nøgdin meira fram við passivari mótstøðu:
konur bera seg undan at fara at læra, tær
siga seg vera ov veikar og ússaligar og biðja
um at verða loystar úr starvi.
Nógvar grundir kunnu hugsast at hava
forðað felags tiltøkum hjá ljósmøðrum. í tí
dagliga arbeiðnum høvdu tær lítið samband
hvør við aðra, og eisini høvdu tær ymiss
áhugamál. Tann, sum bert hevði nakrar fáar
barnburðar um árið, t.d. á útoyggj við ong-
ari ferðing, var ikki í somu støðu sum tann,
sum kanska hevði 20, ið gav einar hálvtann-
aðhundrað arbeiðsdagar um árið, og sum
skuldi fara millum bygdir í øllum líkindum
eftir sjógv ella landi. Hartil kom, at tær ong-
ar fyrimyndir høvdu fyri samskipaðum løn-
arstríði, so leingi lønarbeiði bert var lítil
partur av búskaparligum grundarlag í flest-
øllum húshaldum í Føroyum.
Ljósmøðurnar høvdu samstarv við lækn-
arnar. Teir høvdu eftirlit við virki teirra, átal-
aðu ólíkindi og skipaðu fyri at seta tær í kar-
antenu, tá ið smittuvandi var. Men hinvegin
høvdu læknar allar grundir til at fara væl við
røskum og skilagóðum ljósmøðum. Yvir-
høvur eru tað eisini læknar, og serliga lands-
læknin, sum vegna ljósmøðurnar royna at
streingja á myndugleikarnar fyri at fáa teim-
um betri arbeiðs- og lønarkor. Hetta patri-
arkalska samband millum læknar og ljós-
møður gongur aftur alt tíðarskeiðið, sum her
er kannað.
Færøernes Jordemoderforening
Enn í 1907 var tað so, at tað var landslækn-
in, sum førdi orðið fyri ljósmøðurnar í skriv-
um til amt og løgting; men so við og við
broyttist hetta til, at ljósmøðurnar eisini
sjálvar skrivaðu brøv til myndugleikar og
løgdu síni sjónarmið fram fyri teir.
í 1917 varð Færøernes Jordemoderfore-
ning stovnað og gjørdist eftir áheitan limur
sum »kredsforening« av danska ljósmøðra-
felagnum. Felagið virkaði fyri bøttum lønar-
og arbeiðskorum og fyri at verja rættindi
limanna. Eftir donskum siði var eisini lækni
í nevndini, hann sat sum næstformaður.
Fyrsti formaður felagsins var Hansina Han-
sen (Hansina í Fjósi), ljósmóðir í Havn.
Limirnir fingu Tidsskrift for Jorđemødre
sendandi24.
Vit kunnu kanska spyrja, hvussu tað bar
til, at tað eydnaðist ljósmøðrunum - uml.
20 í tali - at stovna yrkisfelag í 1917. Hildu
mangar undan teimum seg leingi hava liðið
órætt, so høvdu tær ikki gjørt nógv um seg
áður. Neyðugt er her at minna á, hvussu bú-