Fróðskaparrit - 01.01.1991, Blaðsíða 132

Fróðskaparrit - 01.01.1991, Blaðsíða 132
136 LEIKAR OG LÆRDAR glans naturvitenskabenes generelle framgang ga medisinen.« Hann tekur eisini fram nøkur dømi um sjálvsmynd hjá læknastættini og hvørji virði, læknar hava lagt dent á, t.d. at læknar í eini grein í umrødda norska minnisriti verða umtalaðir sum »herskeren over liv og død«, »trøsteren og hjelperen« og »velferds- forvalteren«. - Læknar hava grundgivið síni krøv um høgan sosialan status og háintøku við, at teir máttu hava virðing millum manna, og at teir kendu moralskt kall. »Bare om yrkets sosiale posisjon er hevet over and- re, kan altsá legene opptre i samsvar med yr- kets moralske krav. ... Legenes problem har vært, og er« sigur Elstad, »at samfunnet ikke uten videre har tilkjent legene den posi- tionen deres egenart krever...« Við vaksandi spesialisering og øktum kunnleikum byrjaði í seinna helmingi av 19. øld tað, ið sosiologar nevna professionalise- ring av summum yrkjum, sum setur nøkur krøv, ið verða greind t.d. soleiðis: 1) the use of skills based on theoretical knowledge; 2) education and training in these skills; 3) the competance of professionals ensured by exa- minations; 4) a code of conduct to ensure professional integrity; 5) performance of a service that is for the public good; 6) a pro- fessional assosiation that organizes mem- bers28. Hetta er ikki einasta definitión av profes- sionalismu, men hon hóskar væl til lækna- stættina. Niðanfyri skal verða víst á, at ljós- møður fyri stóran part hava roynt at lýsa sítt yrki eftir hesum eyðkennum og havt tey sum grundgeving fyri sínum krøvum um mynd- ugleika og sømilig arbeiðskor. Lønarstríð ljósmøðra og blaðskríving í 1919 »Tað er so, at tá ið arbeiðsmenn ikki fáa nóg stóra løn, so gera teir streiku; hvat vildu vit sagt, um allar jarðarmøður í Føroyum gjørdu streiku?« spurdi Poul Niclasen í løg- tinginum í 191829. Tað var júst tað, sum ljósmøðurnar gjørdu í 1919. Ella rættari, tær nevndu tað ikki »streiku«, men tær skrivaðu til amtmannin í mai 1919 og søgdu starvið upp til nýggjárs, um ikki krøv teirra vóru eftirlíkað30. Tá hevði uppskot til nýggja ljósmøðralóg ligið á tingborði og hartil ferðast millum danskar og føroyskar myndugleikar síðan 1912, uttan at nakað var komið burturúr. Meðan løgtingið hevði uppskoti til ljós- møðralóg til viðgerðar í 1919, varð henda grein undir yvirskriftini »Ljósmamma!« prentað í Tingakrossi 20. august: »Mong av teimura, ið nú eri komin nakað uppí ár- ini, munnu minnast eina hugnaliga gamla konu, sum av og á vitjaði á gátt, viðhvørt tvær reisur um dagin eina hálva aðra viku ísenn. Tá var altíð komin ein evarskalítil beiggi ella systur í húsi aftrat, og hvørjaferð úthurðin gekk um tað leitið, konan var væntandi, kom tøgn á systkini, ið inni vóru. »Hatta er ljósmamma!« teskaðu tey sínamillum; tað hoyrd- ist sum eitt yndisorð, ið nerti við eymar kenslur i barnasinninum. Blíð og friðalig steyg hin gamla inn um gátt, við einum kýni og góðum orði, kanska eis- ini við einum lítlum tinganesti til hvørt av hesum smáu mannabørnunum, hon hevði hjálpt fram í ljósið .... Tað var í teirri góðu gomlu tíðini. Nú á døgum er ljósmamman, sum vit minnast hana frá barnaárun- um, meir og meir vorðin »en saga blott«.... »Ljós- mamman« er vorðin ein streikandi, fagorganiserað »jarðarmóður«, ið sendir strangar krevjingar til amt og løgting um høgar lønir, stutta arbeiðstíð, frítt hús, telefon og mangar aðrar treytir .. .« Av hesi grein stóðst blaðkjak á heysti 1919 millum blaðstjóran á Tingakrossi og for- mannin í ljósmøðrafelagnum, Hansinu Han- sen. Vit hava her dømi um ymisk sjónar- horn, tvær mentanarir, sum verða settar upp
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114
Blaðsíða 115
Blaðsíða 116
Blaðsíða 117
Blaðsíða 118
Blaðsíða 119
Blaðsíða 120
Blaðsíða 121
Blaðsíða 122
Blaðsíða 123
Blaðsíða 124
Blaðsíða 125
Blaðsíða 126
Blaðsíða 127
Blaðsíða 128
Blaðsíða 129
Blaðsíða 130
Blaðsíða 131
Blaðsíða 132
Blaðsíða 133
Blaðsíða 134
Blaðsíða 135
Blaðsíða 136
Blaðsíða 137
Blaðsíða 138
Blaðsíða 139
Blaðsíða 140
Blaðsíða 141
Blaðsíða 142
Blaðsíða 143
Blaðsíða 144
Blaðsíða 145
Blaðsíða 146
Blaðsíða 147
Blaðsíða 148

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.