Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 132

Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 132
136 LEIKAR OG LÆRDAR glans naturvitenskabenes generelle framgang ga medisinen.« Hann tekur eisini fram nøkur dømi um sjálvsmynd hjá læknastættini og hvørji virði, læknar hava lagt dent á, t.d. at læknar í eini grein í umrødda norska minnisriti verða umtalaðir sum »herskeren over liv og død«, »trøsteren og hjelperen« og »velferds- forvalteren«. - Læknar hava grundgivið síni krøv um høgan sosialan status og háintøku við, at teir máttu hava virðing millum manna, og at teir kendu moralskt kall. »Bare om yrkets sosiale posisjon er hevet over and- re, kan altsá legene opptre i samsvar med yr- kets moralske krav. ... Legenes problem har vært, og er« sigur Elstad, »at samfunnet ikke uten videre har tilkjent legene den posi- tionen deres egenart krever...« Við vaksandi spesialisering og øktum kunnleikum byrjaði í seinna helmingi av 19. øld tað, ið sosiologar nevna professionalise- ring av summum yrkjum, sum setur nøkur krøv, ið verða greind t.d. soleiðis: 1) the use of skills based on theoretical knowledge; 2) education and training in these skills; 3) the competance of professionals ensured by exa- minations; 4) a code of conduct to ensure professional integrity; 5) performance of a service that is for the public good; 6) a pro- fessional assosiation that organizes mem- bers28. Hetta er ikki einasta definitión av profes- sionalismu, men hon hóskar væl til lækna- stættina. Niðanfyri skal verða víst á, at ljós- møður fyri stóran part hava roynt at lýsa sítt yrki eftir hesum eyðkennum og havt tey sum grundgeving fyri sínum krøvum um mynd- ugleika og sømilig arbeiðskor. Lønarstríð ljósmøðra og blaðskriving í 1919 »Tað er so, at tá ið arbeiðsmenn ikki fáa nóg stóra løn, so gera teir streiku; hvat vildu vit sagt, um allar jarðarmøður í Føroyum gjørdu streiku?« spurdi Poul Niclasen í løg- tinginum í 191829. Tað var júst tað, sum ljósmøðurnar gjørdu í 1919. Ella rættari, tær nevndu tað ikki »streiku«, men tær skrivaðu til amtmannin í mai 1919 og søgdu starvið upp til nýggjárs, um ikki krøv teirra vóru eftirlíkað30. Tá hevði uppskot til nýggja ljósmøðralóg ligið á tingborði og hartil ferðast millum danskar og føroyskar myndugleikar síðan 1912, uttan at nakað var komið burturúr. Meðan løgtingið hevði uppskoti til ljós- møðralóg til viðgerðar í 1919, varð henda grein undir yvirskriftini »Ljósmamma!« prentað í Tingakrossi 20. august: »Mong av teimum, ið nú eri komin nakað uppí ár- ini, munnu minnast eina hugnaliga gamla konu, sum av og á vitjaði á gátt, viðhvørt tvær reisur um dagin eina hálva aðra viku ísenn. Tá var altíð komin ein evarskalítil beiggi ella systur í húsi aftrat, og hvørjaferð úthurðin gekk um tað leitið, konan var væntandi, kom tøgn á systkini, ið inni vóru. »Hatta er ljósmamma!« teskaðu tey sínamillum; tað hoyrd- ist sum eitt yndisorð, ið nerti við eymar kenslur i barnasinninum. Blíð og friðalig steyg hin gamla inn um gátt, við einum kýni og góðum orði, kanska eis- ini við einum lítlum tinganesti til hvørt av hesum smáu mannabørnunum, hon hevði hjálpt fram í ljósið .... Tað var í teirri góðu gomlu tíðini. Nú á døgum er ljósmamman, sum vit minnast hana frá barnaárun- um, meir og meir vorðin »en saga blott«.... »Ljós- mamman« er vorðin ein streikandi, fagorganiserað »jarðarmóður«, ið sendir strangar krevjingar til amt og løgting um høgar lønir, stutta arbeiðstíð, frítt hús, telefon og mangar aðrar treytir ...« Av hesi grein stóðst blaðkjak á heysti 1919 millum blaðstjóran á Tingakrossi og for- mannin í ljósmøðrafelagnum, Hansinu Han- sen. Vit hava her dømi um ymisk sjónar- horn, tvær mentanarir, sum verða settar upp
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.