Fróðskaparrit - 01.01.1991, Síða 132
136
LEIKAR OG LÆRDAR
glans naturvitenskabenes generelle framgang
ga medisinen.«
Hann tekur eisini fram nøkur dømi um
sjálvsmynd hjá læknastættini og hvørji
virði, læknar hava lagt dent á, t.d. at læknar
í eini grein í umrødda norska minnisriti
verða umtalaðir sum »herskeren over liv og
død«, »trøsteren og hjelperen« og »velferds-
forvalteren«. - Læknar hava grundgivið síni
krøv um høgan sosialan status og háintøku
við, at teir máttu hava virðing millum
manna, og at teir kendu moralskt kall. »Bare
om yrkets sosiale posisjon er hevet over and-
re, kan altsá legene opptre i samsvar med yr-
kets moralske krav. ... Legenes problem har
vært, og er« sigur Elstad, »at samfunnet
ikke uten videre har tilkjent legene den posi-
tionen deres egenart krever...«
Við vaksandi spesialisering og øktum
kunnleikum byrjaði í seinna helmingi av 19.
øld tað, ið sosiologar nevna professionalise-
ring av summum yrkjum, sum setur nøkur
krøv, ið verða greind t.d. soleiðis: 1) the use
of skills based on theoretical knowledge; 2)
education and training in these skills; 3) the
competance of professionals ensured by exa-
minations; 4) a code of conduct to ensure
professional integrity; 5) performance of a
service that is for the public good; 6) a pro-
fessional assosiation that organizes mem-
bers28.
Hetta er ikki einasta definitión av profes-
sionalismu, men hon hóskar væl til lækna-
stættina. Niðanfyri skal verða víst á, at ljós-
møður fyri stóran part hava roynt at lýsa sítt
yrki eftir hesum eyðkennum og havt tey sum
grundgeving fyri sínum krøvum um mynd-
ugleika og sømilig arbeiðskor.
Lønarstríð ljósmøðra og blaðskriving í 1919
»Tað er so, at tá ið arbeiðsmenn ikki fáa nóg
stóra løn, so gera teir streiku; hvat vildu vit
sagt, um allar jarðarmøður í Føroyum
gjørdu streiku?« spurdi Poul Niclasen í løg-
tinginum í 191829.
Tað var júst tað, sum ljósmøðurnar gjørdu
í 1919. Ella rættari, tær nevndu tað ikki
»streiku«, men tær skrivaðu til amtmannin í
mai 1919 og søgdu starvið upp til nýggjárs,
um ikki krøv teirra vóru eftirlíkað30. Tá
hevði uppskot til nýggja ljósmøðralóg ligið á
tingborði og hartil ferðast millum danskar
og føroyskar myndugleikar síðan 1912, uttan
at nakað var komið burturúr.
Meðan løgtingið hevði uppskoti til ljós-
møðralóg til viðgerðar í 1919, varð henda
grein undir yvirskriftini »Ljósmamma!«
prentað í Tingakrossi 20. august:
»Mong av teimum, ið nú eri komin nakað uppí ár-
ini, munnu minnast eina hugnaliga gamla konu,
sum av og á vitjaði á gátt, viðhvørt tvær reisur um
dagin eina hálva aðra viku ísenn. Tá var altíð komin
ein evarskalítil beiggi ella systur í húsi aftrat, og
hvørjaferð úthurðin gekk um tað leitið, konan var
væntandi, kom tøgn á systkini, ið inni vóru. »Hatta
er ljósmamma!« teskaðu tey sínamillum; tað hoyrd-
ist sum eitt yndisorð, ið nerti við eymar kenslur i
barnasinninum. Blíð og friðalig steyg hin gamla inn
um gátt, við einum kýni og góðum orði, kanska eis-
ini við einum lítlum tinganesti til hvørt av hesum
smáu mannabørnunum, hon hevði hjálpt fram í
ljósið ....
Tað var í teirri góðu gomlu tíðini. Nú á døgum er
ljósmamman, sum vit minnast hana frá barnaárun-
um, meir og meir vorðin »en saga blott«.... »Ljós-
mamman« er vorðin ein streikandi, fagorganiserað
»jarðarmóður«, ið sendir strangar krevjingar til amt
og løgting um høgar lønir, stutta arbeiðstíð, frítt
hús, telefon og mangar aðrar treytir ...«
Av hesi grein stóðst blaðkjak á heysti 1919
millum blaðstjóran á Tingakrossi og for-
mannin í ljósmøðrafelagnum, Hansinu Han-
sen. Vit hava her dømi um ymisk sjónar-
horn, tvær mentanarir, sum verða settar upp