Fróðskaparrit - 01.01.1991, Blaðsíða 101

Fróðskaparrit - 01.01.1991, Blaðsíða 101
FØROYINGAR í RUSSISKUM BÓKMENTUM 105 hjá sovjetskum navnafrøðingum.18 í al- frøðibókaútgávu 197319 og 197720 skrivaði hann greinirnar «Føroyingar«. í 20 binda verkinum »Strány í naródy« (Lond og tjóðir), (sum fekk virðisløn frá sovjetska státinum), eigur G. A. í bindinum »Sever- naja Evrópa« (Norðurevropa) greinina »Farerskie ostrová« (Føroyar), sum nemur við nógv ymiss viðurskifti — søgu, búskap, etnografi.21 Fólksliga og samfelagsliga andlit føroysku tjóðarinnar nú á døgum verður greint í sergrein í vísindaligum savnsverki, ið út verður givið í Estlandi.22 í tesunum »Brak í fórmy egó zakljuce- nija u Farertsev« (Hjúnalag og gifting hjá føroyingum) útgivnum í sambandi við »X. alsovjetsku ráðstevnuna um søgufrøðiliga gransking, búskapargransking, bókmenta- gransking og málgransking skandinavisku landanna og Finnlands«23 kannar G. A. hetta evni, sum hann eisini tekur til eftir- kanningar í sergreinum: í sjálvstøðuligum kapitli í tríggja binda verkinum hjá etnografiska stovni Vísindaakademis Sovjetsamveldisins24 og í árbók í Est- landi25; í hesi árbók hevur hann greint viðurskiftini í grannafelagsskapinum og í familjuni sínámillum og siðir undan brúd- leypi og brúdleypsfyrireikingar frá miðøld til byrjan seinna heimsbardaga. í lærubók fyri universitetini í Sovjetsam- veldinum, »Etnográfija«, í undirkapitl- inum »Naródy Západnoj Evrópy« (Fólkini í Vesturevropa) hevur G. A. eisini sagt frá summum eyðkennum føroyinga.26 Sam- felagslig og búskaparlig, søgulig og etno- grafisk eykenni eru umrødd í greinunum »Føroyingar« - í einum av mætastu sovj- etsku søgufrøðiligu tíðarritunum27 og í alfrøðiligari handbók.28 í 1991 kemur kollektiva monografiin »Istðrija Dánii« (Søga Danmarkar), ið er tann fyrsta um hetta evnið, ið sovjetskir søgufrøðingar hava avrikað. í hesum verki er G. A. høvundur at kapitlinum »Istórija Farerskikh ostrovóv« (Søga Føroya) - frá fyrstu skrivaðu heimildunum 825 e.o.t. til okkara dagar. Eftir føroyaferðina í 1988 og til februar 1991 hevur G. A. greitt til prentingar 6 greinir um føroyingar: »Privet s Farerskikh ostrovóv« (Heilsan úr Føroyum)29, »Straná vosemnádtsati ostrovóv« (Átjan oyggja landið)30, »Etnosotsiálnyj óblik far- ertsev« /po polevým nabljudenijam 1988 góda (Fólksligu og samfelagsligu eyðkenni føroyinga/ eftir tí, sum høvundurin sjálvur hevur rakt við í 1988)31, »Pokorjú li ja Enniberg?« (Man eg fara at leggja Enni- berg undir meg?)32, »Domásnie istórii Farerskikh ostrovóv« (Gestur inni hjá før- oyingum (soleiðis týðir G. A. sjálvur henda titul))33 og »Poezdka na Farerskie ostrová« (Ferð til Føroya).34 f 1960-árunum læt blaðmaðurin Marát Zúbko prenta ferðafrásøgnina »Na stýke dvukh okeánov« (Á markinum ímillum tvey høv).35 í 1980-árunum skrivaðu aðrir blaðmenn hesum líkar greinastubbar: Ju. Koroljóv »Sýny bespokójnogo mórja« (Synir hins óslætta havs),36 M. Kóstikov »Na okráine Atlántiki« (Á jaðri Atlants- havs).37 Hesir tríggir tíðindamenn hjá sov- jetskum høvuðsbløðum hava sjálvir dvalst í Føroyum. Burtur úr tí tilfari, ið hann sjálvur fekk til vegar á føroyaferð síni í 1988, úr upplýsingum úr vísindaligum heimildum, úr bókmentum og fjølmiðlum fæst undirritaði nú við at skriva bókaverk um Føroyar. Ætlanin er, at bókin skal vera væl útgjørd við hansara egnu myndum, svørtum-hvítum og litmyndum. »Na ost-
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114
Blaðsíða 115
Blaðsíða 116
Blaðsíða 117
Blaðsíða 118
Blaðsíða 119
Blaðsíða 120
Blaðsíða 121
Blaðsíða 122
Blaðsíða 123
Blaðsíða 124
Blaðsíða 125
Blaðsíða 126
Blaðsíða 127
Blaðsíða 128
Blaðsíða 129
Blaðsíða 130
Blaðsíða 131
Blaðsíða 132
Blaðsíða 133
Blaðsíða 134
Blaðsíða 135
Blaðsíða 136
Blaðsíða 137
Blaðsíða 138
Blaðsíða 139
Blaðsíða 140
Blaðsíða 141
Blaðsíða 142
Blaðsíða 143
Blaðsíða 144
Blaðsíða 145
Blaðsíða 146
Blaðsíða 147
Blaðsíða 148

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.