Fróðskaparrit - 01.01.1991, Síða 101
FØROYINGAR í RUSSISKUM BÓKMENTUM
105
hjá sovjetskum navnafrøðingum.18 í al-
frøðibókaútgávu 197319 og 197720 skrivaði
hann greinirnar «Føroyingar«. í 20 binda
verkinum »Strány í naródy« (Lond og
tjóðir), (sum fekk virðisløn frá sovjetska
státinum), eigur G. A. í bindinum »Sever-
naja Evrópa« (Norðurevropa) greinina
»Farerskie ostrová« (Føroyar), sum nemur
við nógv ymiss viðurskifti — søgu, búskap,
etnografi.21 Fólksliga og samfelagsliga
andlit føroysku tjóðarinnar nú á døgum
verður greint í sergrein í vísindaligum
savnsverki, ið út verður givið í Estlandi.22
í tesunum »Brak í fórmy egó zakljuce-
nija u Farertsev« (Hjúnalag og gifting hjá
føroyingum) útgivnum í sambandi við »X.
alsovjetsku ráðstevnuna um søgufrøðiliga
gransking, búskapargransking, bókmenta-
gransking og málgransking skandinavisku
landanna og Finnlands«23 kannar G. A.
hetta evni, sum hann eisini tekur til eftir-
kanningar í sergreinum: í sjálvstøðuligum
kapitli í tríggja binda verkinum hjá
etnografiska stovni Vísindaakademis
Sovjetsamveldisins24 og í árbók í Est-
landi25; í hesi árbók hevur hann greint
viðurskiftini í grannafelagsskapinum og í
familjuni sínámillum og siðir undan brúd-
leypi og brúdleypsfyrireikingar frá miðøld
til byrjan seinna heimsbardaga.
í lærubók fyri universitetini í Sovjetsam-
veldinum, »Etnográfija«, í undirkapitl-
inum »Naródy Západnoj Evrópy« (Fólkini
í Vesturevropa) hevur G. A. eisini sagt frá
summum eyðkennum føroyinga.26 Sam-
felagslig og búskaparlig, søgulig og etno-
grafisk eykenni eru umrødd í greinunum
»Føroyingar« - í einum av mætastu sovj-
etsku søgufrøðiligu tíðarritunum27 og í
alfrøðiligari handbók.28
í 1991 kemur kollektiva monografiin
»Istðrija Dánii« (Søga Danmarkar), ið er
tann fyrsta um hetta evnið, ið sovjetskir
søgufrøðingar hava avrikað. í hesum verki
er G. A. høvundur at kapitlinum »Istórija
Farerskikh ostrovóv« (Søga Føroya) - frá
fyrstu skrivaðu heimildunum 825 e.o.t. til
okkara dagar.
Eftir føroyaferðina í 1988 og til februar
1991 hevur G. A. greitt til prentingar 6
greinir um føroyingar: »Privet s Farerskikh
ostrovóv« (Heilsan úr Føroyum)29,
»Straná vosemnádtsati ostrovóv« (Átjan
oyggja landið)30, »Etnosotsiálnyj óblik far-
ertsev« /po polevým nabljudenijam 1988
góda (Fólksligu og samfelagsligu eyðkenni
føroyinga/ eftir tí, sum høvundurin sjálvur
hevur rakt við í 1988)31, »Pokorjú li ja
Enniberg?« (Man eg fara at leggja Enni-
berg undir meg?)32, »Domásnie istórii
Farerskikh ostrovóv« (Gestur inni hjá før-
oyingum (soleiðis týðir G. A. sjálvur
henda titul))33 og »Poezdka na Farerskie
ostrová« (Ferð til Føroya).34
f 1960-árunum læt blaðmaðurin Marát
Zúbko prenta ferðafrásøgnina »Na stýke
dvukh okeánov« (Á markinum ímillum
tvey høv).35 í 1980-árunum skrivaðu aðrir
blaðmenn hesum líkar greinastubbar: Ju.
Koroljóv »Sýny bespokójnogo mórja«
(Synir hins óslætta havs),36 M. Kóstikov
»Na okráine Atlántiki« (Á jaðri Atlants-
havs).37 Hesir tríggir tíðindamenn hjá sov-
jetskum høvuðsbløðum hava sjálvir dvalst
í Føroyum. Burtur úr tí tilfari, ið hann
sjálvur fekk til vegar á føroyaferð síni í
1988, úr upplýsingum úr vísindaligum
heimildum, úr bókmentum og fjølmiðlum
fæst undirritaði nú við at skriva bókaverk
um Føroyar. Ætlanin er, at bókin skal vera
væl útgjørd við hansara egnu myndum,
svørtum-hvítum og litmyndum. »Na ost-