Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 97
YVIRLIT YVIR PLANTUFRØÐILIGAR RITGERÐIR
101
Føroya Búnaðarfelags e 1933, s. 59-74.
Tórshavn.
Patursson, Sverre. 1918. Fra Færøernes Næ-
ringsveje, s. 9.12, 2 md. Kristiania.
Simmons, H.G. 1896. Nágra bidrag til Fár-
óarnas flora I-II, Bot. Not. Henda grein
er eisini prentað á týskum í Bot. Central-
blatt 67, s. 321-328.
Simmons, H.G. 1898. Om Alchemilla faero-
ensis och dess artrátt. Bot. Not. Henda
grein er eisini prentað í Bot. Centralblatt
75, s. 184-188.
Svabo, I.C. 1773. Kort ekonomisk Underret-
ning om Kiódsaltning, Sviin, Kartofler og
Haver. Uddragen af andre til den Færøske
Landmands Nytte. 1. Hefte, 68 bls. Kió-
benhavn.
Turlot, J.-P. 1977. Les orchides d’Islande et
des Iles Feroe.- L’Orchidophile 28, s.
786-790.
Zahnd, Lydia. 1960. Fáróer: Landschaft und
Vegetation. - Vortrag, Mitt. Naturf.Gese.
in Bern, N F. 18, XXVIII -XXX.
Upplýsingar um høvundarnar í yvirlitinum í
Fróðskaparriti 32 frá 1985
Bennett, Arthur, 1843-1928
Degelius, Gunnar, f. 1903
Fjerdingstad, E. f. 1903
Grøntved, P., 1900-1983. Hann var ikki
skúlalærari, men landbúnaðarfrøðingur
Melvill, J.C., 1845-1925
Pugsley, H.W., 1868-1947
Scháffer, H.W., 1882-1944
Skvortsov, A.K., f. 1920
í yvirlitinum skrivaði eg soleiðis um Tarno-
vius:
»Tarnovius, Thomas (1644-1684). Danskur
prestur, f. í Rostock. Faðirin var sóknar-
prestur í Suðuroy frá 16.3.1656, 17.8.1679
prestur í Eysturoy og próstur. Thomas Tar-
novius var sostatt 12 ára gamal, tá hann kom
til Føroya, og fýra ár seinni í 1660 fór hann
til Danmarkar at lesa. í 1669 tilnevndur
prestur á Bornholm. Eftir hetta vita menn
einki um Tarnovius, uttan at hann doyði í
1684, bert 40 ára gamal. Hann skrivaði
handritið í 1669. Varð ikki prentað tá. 1. útg.
1908 við fororði av Jákupi Dahl. 2. útg. 1950
København av Hákon Hamre.«
Hesar upplýsingar skrivaði eg eftir Hákon
Hamre (1950). Tær eru tíverri ikki rættar.
Povl Skárup hevur vinarliga víst mær á
nýggjari kanningar. í 1972 góvu Jørgen Ris-
chel og Povl Skárup út ATLAS DANICUS,
FÆRØERNE eftir Peder Hansen Resen. Teir
vísa har á, at Hamre hevur sínar upplýsinger
um Tarnovius frá C. F. Nielsen: Færøernes
geistlige Stat, 2. udg. 1879, og at tær eru
skeivar.
Hjá Wiberg 1879, Hamre 1950 og nú eisini
mær í 1985 stendur, at Thomas var sonur
Jacob Christensen Klinte, sum kom til Før-
oya í 1656. Hetta byggir á samanblandingar
av nøvnum og hevur ikki hald í veruleikan-
um. Thomas Tarnovius var ikki sonur henda
prestin Klinte. Thomas Tarnovius varð uttan
iva føddur í Føroyum, helst um 1640, men
eingin veit, hvørji foreldur hansara vóru.
Hann fór á universitetið í 1660, og kanska var
hann heima í Føroyum alla tíðina frá 1664 til
1668, tá hann fór niður við alla. Tað, ið hev-
ur týdning, man helst vera, at Tarnovius hev-
ur kent Føroyar nógv betur, enn fyrr varð
hildið. Teimum, sum vilja vita nærri um,