Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 99
Føroyingar í russiskum bókmentum
G. /. Anokhin
í russiskum bókmentum undan kollvelt-
ingini og í sovjetskum vísindum fram til
1960-árini hevur fáur gáað um søguligar og
etnografiskar spurningar hjá føroyingum.
Undan 1917, eftir tað at stutt grein »Za-
býtyj ugolók« (Gloymdur krókur) eftir
fyrsta skrivandi russan, ið hevði verið í
Føroyum og hevði sagt frá tí, sum hann sá,
og greinin »Farerskie ostrová« (Føroyar)
var komin at standa í »Entsiklopedíceskij
slovár«, Brockhaus og J. A. Efrón,1
(alfrøðibók), varð útgivin lítil eyðskild bók
eftir annan russan, ið verið hevði í Føroy-
um, har hann sigur frá tí, ið hann hevði
rakt við viðvíkjandi gerandislívinum hjá
fólki í Føroyum.2
Fyrsta smágrein um føroyingar í sovj-
etskari søgufrøðiligari skriving er eftir Vilj-
am Pokhljóbkin. Greinin er vísindalig tíð-
indagrein og stóð prentað í einum víða
kendum unglingatíðarriti. Høvundurin var
ongantíð í Føroyum og hevur nýtt tilfar úr
útlendskum bløðum til sítt djarvliga skriv-
aða yvirlit yvir samfelagsligu støðu føroy-
inga fyrstu tíðina eftir kríggið.3
Nú eina triðingsøld hevur undirritaði
skandinavisturin Genrikh Anókhin (seinni
í hesi grein: G. A.) skrivað um søgu og
etnografi føroyinga sum eitt av høvuðs-
verkevnum sínum sum serfrøðingur. Men
í áratíggju hevur verið havdur tann siður í
Sovjetsamveldinum at avmarka loyvið at
fara burtur í lond hjá teimum, sum eftir
ætli landsstjórnarinnar, bolsjevikkafloksins
og Vísindaakademis Sovjetsamveldisins fá-
ast við »óaktuell vísindi«, serliga um so
hevur verið, at vísindamaðurin hevur ikki
verið kommunistur — tað er, undir treyt-
um einræðis í 70 ár í Sovjetsamveldinum:
floksleysur. Hetta var atvoldin til, at ikki
hevur eydnast G. A. at vitja í Føroyum
fyrr enn í 1988 í ein mánað (eftir persón-
liga innbjóðing). Og júst av hesum sama
eru 26 av teim 32 avrikum hansara um
føroyingar skrivað undan hesi ferð og við
støði einans á útlendskum — serstakliga
skandinaviskum og fyrst av øllum før-
oyskum — vísindaligum heimildarbók-
mentum.
Fyrsta greinin hjá G. A. um gerandislív
føroyinga kom út í 1962 í populer-vísinda-
ligum alsovjetskum ársriti.4 Sama ár varð
grein hansara um list og byggilist føroyinga
prentað í 4 binda verki, sum »Sovetskaja
Entsiklopedija«5 gav út. í størsta sovjetska
etnografiska tíðarritinum hevði hann
Fróðskaparrit 38.-39. bók (1989-90): 103-106