Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Síða 33
49
Nr. 9 8. februar
KUNNGERÐ
um
at lógimar um tinglýsing og matrikuleríng fáa gildi
fyrí bygdina Selatrað.
Eftir heimild í § 54, stk. 2 í løgtingslóg nr. 55 ffá 10. august 1962 um tinglýsing og § 43, stk. 2 í løgtingslóg
nr. 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m. hevur landsstýrið fyrisett, nú freistin er
úti, at skjóta eigindómsdómin inn til hægri rætt, at hesar báðar lógimar fáa gildi fyri markatalsbygdina
Selatrað.
Hetta verður gjørt kunnugt.
FØROYA LANDSSTÝRI, 8. februar 1988
Vilhelm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ J. Hilduberg (sign.)
Nr. 10 12. februar
KUNNGERÐ
um
eydnuspæt v.m.
Við heimild í løgtingslóg nr. 53 ffá 7. mai 1987 um eydnuspæl v.m„ § 4, stk. 1, nr. 3, § 5, stk. 1, nr. 2, § 6, stk.
1, nr. 1 og nr. 4 hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Tann av landsstýrinum ásetta upphæddin, sum skilað verður til í § 4, stk. 1, nr. 3, verður sett til 50.000
kr.
§ 2. Tann av landsstýrinum ásetta upphæddin, sum skilað verður til í § 5, stk. 1, nr. 2, verður sett til 5.000 kr.
§ 3. Tann av landsstýrinum ásetta upphæddin, sum skilað verður til í § 6, stk. 1, nr. 1, verður sett til 75.000
kr.
§ 4. Tann av landsstýrinum setta upphæddin, sum skilað verður til í § 6, stk. 1, nr. 4, verður sett til 5.000 kr.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi 1. mars 1988.
FØROYA LANDSSTÝRI, 12. februar 1988
Vilhelm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Jalgrim Hilduberg (sign.)
4 - Kunngerðasavn 1988