Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Blaðsíða 259
275
Nr. 147 29. desember
KUNNGERÐ
um
EEC-fiskiveiðu á landleiðini eftir botnfiski í 1989
Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond hevur landsstýrið
saman við marknaðamevnd løgtingsins fyrisett:
§ 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á landleiðini kann loyvast 10
navngivnum línuskipum, sum eru skrásett og heimahoyrandi í EEC-londum, at reka fiskiskap í sjóøki
Føroya uttan fyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum, tó í mesta lagi 6 í senn.
2. stk. Loyvast kann 26 navngivnum trolarum, sum eru skrásettir og heimahoyrandi í EEC-londum, og sum
ikki mugu vera longri enn 180 føtur, at fiska uttan fyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum. Loyvast kann eisini
70 navngivnum trolarum at fiska uttan fyri 21 fjórðingar frá grundlinjunum. Ikki mugu fleiri enn 39 trolarar
vera á landleiðini samstundis, og av teimum í mesta lagi 13 trolarar, sum ikki mugu vera longri enn 180
føtur. í tíðarskeiðinum 1. mars til 31. mai 1989 og 1. oktober til 31. desember 1989, allir dagar íroknaðir, er
tó loyvt trolarum longri enn 180 føtur at fiska á økinum ímillum 12 og 21 fjðrðingar frá grundlinjunum í
millum 61°20’N og 62°00’N eystanfyri Føroyar.
3. stk. Veiða við skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti er ikki loyvd á hesum leiðum í teimum tilskilaðu
tíðarskeiðunum:
a. Alt árið, burtursæð frá tíðarskeiðinum 1. juni til 31. oktober, báðir dagar íroknaðir, á Føroya Banka
innan fyri linjur drignar millum hesi 8 støðini og í hesi raðfylgju:
1. 60°59’00”N 07°51’00”V,
2. 61°15’30”N 08°16’00”V
3. 61°13’20”N 08°42’12”V
4. 61°00’00”N 09°11’00”V
5. 60°48’40”N 09°25’00”V
6. 60°25’50”N 09°09’00”V
7. 60°36’30”N 08°45’00”V
8. 60°45’40”N 08°37’00”V
b. í tíðarskeiðinum 1. februar til 30. apríl, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum 12 og 25 fjórðingar frá
grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Eiðiskolli (62°19’17”N 07°05’28”V) og 0° rættvísandi úr
Ennibergi (62°23’49”N 06°33’38”V).
c. I tíðarskeiðinum frá 1. november til 31. mars, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum 15 og 25 fjórðingar
frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Kunoyamakki (62°22’00”N 06°41’00”V) og 0° rættvís-
andi úr Bispinum (62°20’27”N 06°15’00”V).
d. I tíðarskeiðinum frá 17. apríl til 31. mai, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum 15 og 25 fjórðingar frá
grundlinjunum millum 90° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27”N 06°15’00”V) og 90° rættvísandi úr
Mjóvanesi (62°07’42”N 06°35’12”V).
e. í tíðarskeiðinum 15. februar til 31. mars, báðir dagar íroknaðir, millum 15 og 20 fjórðingar frá
grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27”N og 06° 15’00”V) og 45° rættvísandi úr
Bispinum (62°20’27”N og 06°15’00”V).
f. Alt árið millum 12 og 15 fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Ennibergi
(62°23’49”N 06°33’38”V) og 45° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27”N og 06°15’00”V) fyri fiskifør
við maskinorku uppá 500 HK ella yvir, tó so at samlaða HK pr. nýtt trol má ikki vera yvir 500 HK.
g. í tíðarskeiðinum 15. oktober til 31. december, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 17 fjórðingar frá
grundlinjunum millum 315° rættvísandi úr Mykineshólmi (vitanum) (62°05’50”N 07°40’25”V) og 0°
rættvísandi úr Eiðiskolli (62°19’17”N 07°05’28”V).
h. ítíðarskeiðinum l.januartil30.apríl,báðirdagaríroknaðir,millum 12og 16fjórðingarfrágrundlinju-
num millum 260° rættvísandi úr Akrabergi (61°23’38”N og 06°40’15”V) og 195° rættvísandi úr
Trælanípuni (61°01’12”N og 07°13’12”V).
i. I tíðarskeiðinum 1. november til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, millum 18 og 30 fjórðingar frá
grundlinjunum millum 240° rættvísandi úr Trøllhøvda (61 °55’04”N og 06°57’05”V) og 240° rættvís-
andi úr sunnara enda á Skúvoynni (61°44’42”N og 06°48’18”V).
j. I tíðarskeiðinum 1. apríl til 31. mai, báðir dagar íroknaðir, á økinum millum linjur, drignar millum hesi 4
støðini og í hesari raðfylgju:
1. 61°53’00”N 07°54’00”V,
2. 61°43’00”N 07°42’00”V,
3. 61°37’00”N-08°03’00”V,
4. 61°47’00”N 08°16’00”V.