Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Blaðsíða 207
223
Nr. 108 14. september
KUNNGERÐ
um
løgtingsval
Við heimild í § 15, stk. 2 í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 við seinni broytingum um val til Føroya
Løgting ásetir løgmaður, at val verður til Føroya Løgting týsdagin 8. NOVEMBER 1988.
1. Nýggjur flokkur. Seinast 5 vikur áðrenn valdagin, tað er seinast týsdagin 4. oktober 1988 kl. 18.00
kunnu í minsta lagi 800 veljarar boða landsstýrinum frá stovnan av nýggjum flokki, sum tekur lut í valinum.
Við fráboðanini av nýggjum flokki skulu fylgja dagfestar og undirskrivaðar váttanir frá øllum veljarum,
sum fráboða flokkin, og váttanimar skulu vera undirskrivaðar av avvarðandi kommunum, um at viðkom-
andi eru á vallista. Váttanir, sum eru eldri enn 1 ár frá fráboðanardegnum, kunnu ikki góðkennast.
Flokkurin verður tikin við í býtinum av eykaumboðum.
2. Valevnislistar skulu vera formanninum í avvarðandi løgtingsvalnevnd í hendi í seinata lagi 3 vikur
áðrenn valdagin, tað er týsdagin 18. oktober 1988 kl. 18.00.
Ein valevnislisti má ikki hava fleiri valevni enn 2 ferðir talið av løgtingsmonnum, ið veljast skulu í
valdøminum. Um henda treyt ikki verður hildin, skal listin verða lýstur ógildugur. Valevnini skulu verða so
skilliga lýst við navni, starvi og bústaði, at eingin samanblanding við nakran annan valbæran persón kann
standast av. Listin skal vera undirskrivaður av valevnunum og í minsta lagi av 10 og í mesta lagi av 15
veljarum sum stillarum, og hjálagdur skal vera listi yvir stillaramar, har teir skilliga eru lýstir við navni,
starvi og bústaði. Stillararnir og valevnini kunnu eisini undirskriva á avrit av valevnislistanum. Valevnini
kunnu eisini vátta sína uppstilling við brævi, fjarriti, telexi o.t. Listin skal vera latin inn av einum stillara, og
hesin hevur rætt til á einum avriti av valevnislistanum at fáa kvittan frá formanninum fyri, at listin er
móttikin og nær.
Eingin má stilla upp samstundis til val í ymsum valdømum ella sum valevni hjá meira enn einum flokki
ella stilla upp uttanflokka og samstundis taka undir við einum flokki. Ger nakar móti hesum, verður valið,
um tað fellur á hann, ógildugt.
Eingin kann vera stillari fyri meira enn ein valevnislista. Hann, ið er stillari fyri fleiri listar, kann ikki
roknast sum stillari hjá nøkrum lista.
3. Floksgóðkenning av listum. I seinasta lagi 14 dagar áðrenn valdagin, tað er seinast týsdagin 25. oktober
1988 kl. 18.00, kann ein flokkur skrivliga boða formanninum fýri viðkomandi løgtingsvalnevnd frá, hvønn
ella hvøijar valevnislistar flokkurin góðkennir sum listar floksins. Verður eingin tílík fráboðan gjørd, verða
teir valevnislistar, sum taka undir við flokkinum, roknaðir sum góðkendir av honum. Valevnislistar, sum
ikki verða góðkendir av flokkinum, verða at rokna sum uttanflokkalistar.
4. Ogildugur valevnislisti. Um valevnislisti verður lýstur ógildugur ella um valevni verður strikað av
listanum, skal henda avgerð valnevndarinnar, sum er endalig, verða skrivað í valbókina og úrskrift úr henni
um hetta skjótast møguligt og í øllum førum fyri valið, verða send stillara, sum listan hevur latið inn. Heldur
nevndin, at ein rættstundis innlatin valevnislisti er so ófullfíggjaður, at neyðugt er at gera hann ógildugan,
skal nevndin beinanveg boða viðkomandi stillara frá hesum og geva honum høvi til innan 24 tímar at bøta
um brekið.
5. Løgmaður gevur hvørjum flokki eina bókstavamerking, sum nýtt verður til valevnislistar floksins í øllum
valdømum. Hvør flokkur eigur um gjørligt at fáa sama bókstav, sum hann áður hevur nýtt til onnur val.
Hetta verður gjørt kunnugt.
Føroya Landsstýri, 14. september 1988
Atli P. Dam (sign.)
løgmaður
/ Jalgrim Hilduberg (sign.)