Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Blaðsíða 191
207
Nr. 101 12. august
KUNNGERÐ
um
virki og fyrisiting av frítíðargrunninum.
Við heimild í § 21,4. stk. í løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn, hevur landsstýrið fyrisett:
Stuðul til frítíðarendamál.
§ 1. Fæ grunsins fer til at fíggja tiltøk, ið útvega løntakarum frítíðarmøguleikar. Veitingamar úr grunninum
skulu latast til stovnar ella feløg, sum einans hava til endamáls at útvega løntakarum frítíðarmøguleikar.
2. stk. Frítíðargrunnurin veitir lán og ella stuðul til útvegan av økjum, bygging ella umbøting av frítíðarhús-
um og ella frítíðarmiðdeplum og til onnur frítíðartiltøk til frama fyri løntakarar, serstakliga familjur við
bømum.
3. stk. Lán og ella stuðul verða veitt eftir umsókn til nevnd grunsins, sum í hvøijum einstøkum føri ásetir
treytimar.
Fæ gmnsins.
§ 2. Fæ grunsins fæst til vega frá rentuinntøkum og peningi, sum sambært § 18 í løgtingslóg um frítíð við løn
er ogn grunsins.
2. stk. Harafturat hoyrir til fæ gmnsins tann upphædd, sum 1. apríl 1986 sambært landskassans roknskap
stóð í grunninum. Grunnurin kann einans nýta rentumar av hesi upphædd til at fíggja tey í § 1 nevndu
endamál.
3. stk. Nevndin hevur skyldu at bera so í bandi, at fæ gmnsins gevur sum mest av sær.
Nevndin.
§ 3. At sita fyri frítíðargrunninum verður nevnd vald, sum hevur 5 limir. Formaðurin, sum skal verða
løgfrøðingur, verður valdur av landsstýrinum. Landsstýrið velur 3 limir eftir uppskoti frá løntakarafeløgun-
um og tann fimta limin eftir uppskoti frá arbeiðsgevarafeløgunum. Nevndin verður vald fyri 3 ár í senn.
Samstundis verða vald varafólk, sum taka sæti í nevndini, tá limi berst frá.
2. stk. Nevndin er viðtøkufør, tá formaðurin og minst 2 aðrir limir em møttir. Allar avgerðir í nevndini verða
tiknar við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum er formansins atkvøða avgerandi.
3. stk. Frítíðargrunnurin verður teknaður av nevndarformanninum saman við einum øðmm nevndarlimi.
4. stk. Nevndin fýri frítíðargrunnin kann útvega sær fýrisitingarliga hjálp og hevur heimild til at nýta pening
av fæi grunsins til hetta endamál.
5. stk. Nevndarlimimir fáa samsýning eftir reglunum viðvíkjandi fundarpeningi, sum em ásettar av lands-
stýrinum.
Roknskapur og grannskoðan.
§ 4. Roknskaparár grunsins er álmanakkaárið.
2. stk. Nevndin hevur skyldu at lata gera ársroknskap fyri fama árið við fíggjarstøðu tann 31. desember.
3. stk. Nevndin velur løggildugan grannskoðara fýri eitt 3-ára skeið til at grannskoða roknskapimar, sum
verða sendir landsstýrinum á hvøijum ári innan 1. juni.
4. stk. Grannskoðarin skal eisini hava grannskoðan av inn- og útgjaldingum av frítíðarlønum sambært
skipanina í landsstýrisins kunngerð um frítíðarløn nr. 14 frá 16. februar 1987.
Ársfrágreiðing.
§ 5. Nevndin hevur skyldu til at lata gera ársfrágreiðing um virki grunsins í fama ári sum verður send
landsstýrinum á hvørjum ári innan 1. juni.
§ 6. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er lýst.
Tórshavn, 12. august 1988
Vilhelm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Inger Christiansen (sign.)