Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Blaðsíða 36
52
kanningamar ikki eru gjørdar fyri meira enn 6 mánaðum síðani. Fellur mjólkin við tey bæði
kanningarumførini í einum mánaði í ymiskar góðskuflokkar, skal studningurin veitast eftir helvtar-
býti millum teir flokkar, sum mjólkin fellur í. Verður bert ein kanning gjørd av mjólkini frá einum
neytahaldi í einum mánaði, skal studningurin veitast eftir hesum eina úrslitinum. Hevur neytahald
latið mjólk til mjólkarvirki uttan at kanning er gjørd av hesi mjólk í einum mánaði, skal studningurin
veitast eftir teimum tveimum seinastu úrslitunum fyri avvarðandi neytahald.
e) Uppgerð frá mjólkarvirki hvønn mánað yvir litratal fyri hvøija bygd sær sambært handilsbókum við
tilskilan av floksbýti og søluprísi til keypara.
Ad 2) Privat søla:
Framleiðarin sendir inn váttan frá keypara yvir litratal við tilskilan av prísi, keyparin hevur goldið,
uppgjørt á oyðibløð, sum fáast frá Jarðarráðnum.
Ad 3) Kjøtstudningur:
Boðað verður Føroya Jarðarráð ffá, áðrenn neyt ella svín verða dripin. Við endaligu umsóknini má
fylgja kvittað rokning ffá sølubúð ella keypara og váttan av aldri, drápsvekt og kiloprísi, sum keyparin
avroknar framleiðaranum. Fyri serffamleiðslu av neyta/svínakjøti kann landsstýrið gera serliga skipan.
Ad 4) Flutningsstudningur:
Flutningsstudningur verður bert veittur til veruligar útreiðslur (sambært kvittaðar rokningar), tá keypari
ella mjólkarvirki váttar á serliga uppgerð, at mjólkin er flutt úr aðrari bygd. Flutningsstudningurin
stendur í mun til flutningsstrekkið og kann verða avmarkaður við 1 oyra pr. km, tó ikki undir 10 oyru og
ikki upp um 45 oyru fyri liturin.
Ad 5) Studningur til mjóikarvirki:
Uppgerð frá mjólkarvirki hvønn mánað yvir litratal fyri hvøija bygd sær við tilskilan av innkeypsprísi og
útsøluprísi.
Ad 6) Eggjastudningur:
Góðkend váttan um eggjatal við prísi skal fýlgja við umsóknini.
Umsóknir:
Allar umsóknir og uppgerð eftir hesi kunngerð verða í seinasta lagi 14 dagar eftir tað tíðarskeið, ið ikki
skal vera longri enn 3 mánaðir, uppgerðin viðvíkur, at senda Føroya Jarðarráð, ið umsitur studningamar.
Hetta verður gjørt kunnugt.
FØROYA LANDSSTÝRI, 29. februar 1988
Jógvan Durhuus (sign.)
landsstýrismaður
/ Kjartan Hoydal (sign.)
Nr. 13 1. mars
KUNNGERÐ
um
broyting í reglugerð fyri Aliráðið
§1.
I reglugerð fyri Aliráðið nr. 63 frá 2. august 1985 verður henda broyting gjørd:
I § 6,1. stk. verður »Heilsufrøðiliga Starvsstovan« broytt til: »Landsdjóralæknin«.
§2.
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
FØROYA LANDSSTÝRI, 1. mars 1988
Vilhelm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Kjartan Hoydal (sign.)