Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Blaðsíða 217
233
Nr. 115.
LØGTINGSLÓG
um
broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til lands-
kassan.
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1.1 løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um
áseting av skatti til landskassan við seinni broyting-
um verður § 5 orðað soleiðis:
»Vísandi til § 54 í samtíðarskattalógini verður
skattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 8 til 15 í somu
lóg, og teirra í § 2 nevndu feløgum v.m., sum eru
undir avmarkaðari skattskyldu, ásettur til 49% av
inntøkunum til landskassa og kommunur. Skatturin
verður býttur við 38% sum kommunuskattur og
62% sum landsskattur.«
§ 2. Henda lóg fær gildi fyri skattir, sum verða
líknaðir á inntøkur í tí roknskaparárinum, sum end-
ar í álmanakkaárinum 1988 ella seinni.
3. oktober
LAGTINGSLOV
om
ændring i latingslov om udskrivning af skat til
landskassen.
I overensstemmelse med vedtagelse af Færøemes
lagting stadfæster og kundgør lagmanden følgende
lagtingslov:
§ 1.1 lagtingslov nr. 87 fra 1. september 1983 om
fastsættelse af skat til landskassen med senere æn-
dringer affattes § 5 sáledes:
»Under henvisning til § 54 i kildeskatteloven ud-
skrives skatten for dem, der er omhandlet i nævnte
lov § 1, nr. 8 til 15 og for de i § 2 nævnte selskaber
m.v., der er undergivet begrænset skattepligt, til
49% af indtægten til landskasse og kommune.
Skatten fordeles med 38% som kommuneskat og
62% som landsskat.«
§ 2. Denne lov træder i kraft for skatter, som pálig-
nes pá indtægter i det regnskabsár, som slutter i
kalenderáret 1988 eller senere.
Tórshavn, 3. oktober 1988
Atli P. Dam (sign.)
løgmaður
/ Jóngerð Purkhús (sign.)
Nr. 116 6. oktober
KUNNGERÐ
um
broyting í reglugerð um innrætting av og eftirlit við fiskavirkjum og fiskavørum v.m.
í reglugerð nr. 47 frá 21. september 1973 um innrætting av og eftirlit við fiskavirkjum og fiskavørum v.m.
verður gjørd hendan broyting:
§ 1. Sum nýtt 2. stk. í § 3 verður sett:
»Fyri ísaðan ráfisk, avreiddur til føroysk fiskavirki, verða hesi dagatøl ásett:
1) Fiskur av landleiðini:
a) Fiskur, veiddur við troli innanfýri 12 fjórðingar um summarið 5 dagar.
b) Fiskur veiddur á grynri vatni (toskur, hýsa, upsi) og tey sløg, sum verða veidd saman við teimum 8
dagar mai/august og 10 dagar september/apríl.
c) Kongafiskur, blálonga og tey fiskasløg, sum verða veidd saman við teimum 12 dagar.
2) Fiskur veiddur uttanfýri landleiðina 14 dagar.
3) Dagatalið skal skiljast sum talið av døgum frá tí fýrsti fiskurin er komin á dekkið til fiskifarið er komið í
føroyska havn.«
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Føroya landsstýri, 6. oktober 1988
Atli P. Dam (sign.)
løgmaður
/ Kjartan Hoydal (sign.)