Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Blaðsíða 254
270
Nr. 144 29. desember
KUNNGERÐ
um
EEC-fiskiveiðu á landleiðini eftir makreli í 1989.
Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond hevur landsstýrið
saman við marknaðamevnd løgtingsins fyrisett:
§ 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtingslóg nr. 8 ffá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á landleiðini er í 1989 loyvt 12
skipum, skrásett og heimahoyrandi í EEC-londum at reka fiskiskap á landleiðini uttan fyri 12 fjórðingar frá
grundlinjunum eftir makreli við nót.
§ 2. Loyvda veiðan er 4.370 tons.
§ 3. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at
1) skipið hevur ftngið fiskiloyvi,
2) vaktar- og bjargingarstovan, áðrenn fiskiskapur verður bytjaður, fær boð um navn skiparans, skipa-
navn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingarbókstav og -nummar, skipastødd, longd,
brutto- og nettotonnagu, maskinhestakreftir og veiðuhátt.
3) skipið sigur yvir Tórshavnar Radio vaktar- og bjargingartænastuni frá, tá tað kemur inn á landleiðina,
og um hvat ætlanin er at veiða og
4) upplýsir veiðuna, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á landleiðina, flokkað fiskasløg og nøgd,
5) skipið sigur dagliga fyrrapartin vaktar- og bjargingartænastuni frá, hvar tað er statt kl. 07.00 GMT, og
frá dagligu veiðuni,
6) skipið sigur vaktar- og bjargingartænastuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis uppgevur met
yvir veiðunøgd.
§ 4. Tá ið skip koma inn á øki, har tey ikki hava loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur vera burturstúgvað-
ur á sinum náttúrliga staði.
§ 5. Fiskiskapurin eftir makreli (Scomber scombrus), ið er minni enn 30 cm, máldur fremst úr høvdinum til
aftast á stertinum, er ikki loyvdur, tó kunnu upp til 20% eftir vekt í eini last vera undirmátsfiskur.
§ 6. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og herafturat kann allur fiskireiðskapur og fongur
koma undir konfiskatión. Skipið kann eisini heftast til rindingar av bót og kostnað. Fiskiloyvið kann verða
tikið aftur, um førarin av skipinum er dømdur fýri brot móti reglunum í hesi kunngerð.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1989.
Føroya Landsstýri, 29. desember 1988
Atli P. Dam (sign.)
løgmaður
/ Kjartan Hoydal (sign.)