Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1988, Blaðsíða 189
205
Nr. 99 12. august
KUNNGERÐ
um
Trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
Við heimild í § 8 í iøgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m. hevur
landsstýrið fyrisett:
§ 1. Fráboðan av kravi um
1) Løn og aðra samsýning,
2) Endurgjald fyri at kvetta arbeiðsavtalu,
3) Samsýning í sambandi við uppsøgn ella slit av arbeiðsavtalu,
4) Frítíðarløn og
5) Avrokning fyri avreiddan fisk
verður gjørd á einum oyðiblaði, sum fæst í skiftirættinum, frá løntakarafeløgum og trygdargrunninum.
§ 2. Fráboðanarfreistin til grunnin er 4 vikur. Freistin verður roknað soleiðis:
1) 1 fíggjartroti frá tí degi, tá ið áheitanin um fíggjartrot verður staðfest.
2) Tá arbeiðsgevarin doyr og búgvið verður tikið til skiftiviðgerðar eftir III kpt. í skiftilógini, tá proklama
er kunngjørt.
3) Tá fyritøkan heldur uppat og tað verður sannað, at arbeiðsgevarin er ikki førur fyri at rinda kravið, frá tí
degi, sum grunnurin ásetur.
2. stk. Fráboðan verður ikki viðgjørd, tá ið hon er latin seinni enn tær í stk. 1 ásettu freistir.
3. stk. Tá serligar umstøður eru, kann grunnurin víkja frá teimum í stk. 1 nevndu freistum.
§ 3. Við oyðubløðum skal fylgja skjalprógv fyri kravinum, eitt nú vektarseðil fyri avreiddan fik og í øðrum
førum setanarsáttmáli. uppsagnarbræv, akkorduppgerð o.s.fr.
2. stk. Tá tað snýr seg um endurgjald fyri at kvetta arbeiðsavtalu og samsýning í samband við uppsøgn ella
slitið av arbeiðsavtalu, sum er staðfest við dómi, sátt, gerðarættarúrskurði ella øðrum, skal harafturat
leggjast við ein útskrift av avgerðini ella líknandi prógv. I øðrum førum eigur at verða boðað frá, um kravið
er sambært lóg um starvsmenn, aðrar lógir, sáttmálar, siðvenju ella staka avtalu.
§ 4. Grunnurin kann sýta fyri at viðgera fráboðanir um so er, at oyðublaðið ikki er fullfíggjað ella tá
løntakarin sýtir fyri at lata grunninum fleiri upplýsingar ella fleiri skjalprógv.
§ 5. Grunnurin rindar upphæddina, tá kravið er fráboðað og skjalprógvað fyri grunninum. Tá talan er um A-
inntøku, verður upphæddin rindað løntakaranum um eitt av landsstýrinum góðkent avrokningarstað. Krav
fyri avreiddan fisk verður rindað avvarðandi skipa/bátaeigara beinleiðis.
2. stk. Grunnurin rindar krav um frítíðarløn eftir reglum í løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við
løn.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst.
Tórshavn, 12. august 1988
Vilhelm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Inger Christiansen (sign.)