Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 3

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 3
FØROYSKA BÓKMENTAALMENNIÐ 1 19. ØLD 7 nógv brævasamband uttanlands, skrivaðu í bløð í Danmark og tóku á annan hátt lut í mentanarligum og politiskum kjaki har (Hans Jacob Debes 1982, s. 80 og 84). Vert er at geva ans, at allir hesir undangongumenninir vóru væl meira enn miðalútbúnir, og útbúgv- ingarnar høvdu teir nomið uttanlands, har borgaraliga almennið var komið longri. Bræva- samband var mátin til at frætta tíðindi uttan- eftir, áðrenn fjølmiðlar og onnur tíðindarit komu fyri seg (Habermas 1980, s. 19). Bókasavn Kvæðayrkingin í 19. øld prógvar sambandið aftureftir, tí at gamli formurin varð nýttur. Hon peikar eisini frameftir, tí at høvundurin var kendur, og hann viðgjørdi kenda, søgu- liga tilfarið á sín serliga hátt. Umframt at yrkja kvæði týddi Sjóvarbóndin eisini úr al- heimsbókmentum. Hann týddi og umyrkti kenda eposið »Paradise Lost« eftir John Milton (1608-74), og tað eitur »Púkaljómur«. í 1790 var tað týtt til danskt, og Chr. Matras nevnir hetta (Chr. Matras 1935, s. 40), sum um Sjóvarbóndin hevur havt donsku útgáv- una at týða og yrkja eftir — og tað er væl trúligt. »Púkaljómur« eru týddar fyri 1824 (sama rit s. 40). Lestrarfelag varð íbirt í 1826 av Jens Dav- idsen (1803-78), amtsskrivara, og Mikkjal Miiller (1785-1849), kaparaskipara. Enda- mál felagsins var at læna limunum bøkur og tann vegin økja um bókmentaliga kunnleikan hjá fólki, sum búði í Havn og har um leiðir (M. A. Jacobsen 1929, Inngangurin). Úr hesum lestrarfelag vaks fyrsta almenna bókasavnið. Til at hjálpa sær høvdu Jens Dav- idsen og Mikkjal Muller vent sær til C. C. Rafn, sum m.m.a. hevði hjálpt at stovna bókasavn í Reykjavík í 1818. Fyrsta bóka- savnið kom í Havn í 1828, og endamálið við tí var at kunna fólk við søgu, landalæru, mál og bókmentir (sama rit) — stutt sagt at veita teimum borgaraliga mentan, sum var fyritreytin fyri, at borgaraliga almennið kundi virka. Eisini í hesum sambandi vóru tað menn, ið sótu i álitisstørvum, og sum vóru væl fyri, ið stílaðu fyri. Mótstøða var ímóti tiltakinum, t.d. vóru fleiri prestar ímóti bókasavninum (sama rit s. 26), ti at ilt var at hava skil á, hvat fólk fingu at lesa haðani. Hetta er dømi um, at stríð var um valdið í byrjandi almenninum. Fyrsti miðilin í politiska almenninuni Hesin hugur til at upplýsa og verða upplýst erfyritreytfyriskilagóðumkjaki, ogborgaralig mentan er treyt fyri, at borgaraliga almennið kundi koma fyri seg. Hesar báðar fyritreyt- irnar vóru longu fyrst í 19. øld, men almennið sjálvt var ikki. Tað tykist ikki vera óvanligt, at borgara- liga almennið verður innflutt (Schmidt og Gleerup 1976, s. 15), áðrenn sosiala og bú- skaparliga grundarlagið er fullfíggjað. I somu løtu borgaraliga almennið er skapað á einum staði, tí at búskaparligu viðurskiftini og stættaviðurskiftini eru í lagi har, kann tað verða útflutt til lond, har búskapurin og stættaviðurskiftini ikki eru á sama stigi sum í upprunalandinum, men á somu leið (sama rit). Tá ið talan er um almenni, slepst ikki undan málspurninginum. í fyrru helvt av 19. øld var einki normaliserað skriftmál. Teir, ið skrivaðu føroyskt, skrivaðu meira og minni hvør i sín- um lagi. Almennið í Føroyum var soleiðis eisini grundað við donskum skriftmáli sum amboð. í 1849 var nýggj stýrisskipan sett í gildi í danska ríkinum, og hon umfataði eisini Før-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.