Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 5

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 5
FØROYSKA BÓKMENTAALMENNIÐ í 19. ØLD 9 Niels Winther, fólkavaldur limur í ríkisdeg- num. Harafturat er hann privatmenniskja, sum setur seg í samband við umheimin við at skriva brøv. Sambandið millum bræva- skifti og tíðindaflutning er nevnt framman- fyri, og skyldskapurin millum brævskrivaran og útsenda blaðfólkið er nakað tann sami. Leiklutirnir eru teir somu, sum eru saman- fataðir í borgaraliga menniskjuidealinum: le bourgeois — borgarin (blaðánarin), le ci- toyen — samfelagsborgarin (politikarin), et l'homme (brævskrivarin). Mátin, henda greinin er skrivað, er átøkur skaldsøguslagnum, sum verður kallað bræva- skaldsøga. Hon verður roknað sum fyrsta rættiliga borgaraliga skaldsøgan. »Pamela; or Virtue Rewarded« (1740) eftir Samuel Richardson verður nevnd sum fyrsta dømið. Skyldskapurin millum greinina í »Færinge- tidende« og eina brævaskaldsøgu er ikki til- vildarligur, tí at júst í bókmentunum er upp- runin til politiska almennið at finna (Haber- mas 1980, s. 26 ff.). f bókmentunum hava borgararnir havt høvi til at venja seg til at umrøða privat viðurskifti alment — t. e. við- urskifti úr familjuni. Tá ið farið var at skriva greinir í bløðini — miðlarnar í politiska al- menninum — vórðu umrøðuevnini privat viðurskifti, sum høvdu almennan áhuga, t.e. áhuga hjá borgaranum, og hetta vóru handils- og vinnuviðurskifti, sum, tá ið samanum kemur, eru kjarnin í tí, sum verður kallað politiskt orðaskifti. Royndin hjá Nielsi Winther at skapa eitt forum til politiska almennið eydnaðist ikki so væl, hóast summar fyritreytir vóru. Ein vansi var, at føroyski borgaraskapurin var ikki til enn, og tí var eingin uttan nakrir ein- staklingar til at kenna tørv á einum miðli í politiska almenninum. Eins og í Danmark (P. Schmidt og J. Glee- rup 1976, s. 33-34) og í Noregi (I. Stegane 1984, s. 33-34) vórðu fyrstu stiginií borgaraliga almenninum tikin av einstaklingum, sum høvdu samband við borgaraliga almennið aðrastaðni. Allir teir, sum eru nevndir í sam- bandi við lestrarfelagið, bókasavnið, bóka- og blaðútgávu, vóru upplýstir embætismenn ella handilsmenn. Men fyri at almennið kundi festa seg, máttu samfelagsligu viðurskiftini vera til reiðar, og tað mátti byggja á aðrar samfelagsbólkar enn teir, sum longu hoyrdu til borgaraliga almennið. Stættastøðan og búskaparligu fyritreytir- nar fyri borgaraliga almenninum vóru, tá ið hanđilin var givin leysur og handils- og vinnu- frælsið komið. Men samfelagsliga og sosialt vóru broytingarnar, sum leiddu fram í fiski- vinnusamfelagið, byrjaðar væl fyri hetta. Virki og yrking Nólsoyar Páls prógva hetta, og fiskiskapurin vant upp á seg fyrst í 19. øld hóast bátsbandið, sum ikki varð avtikið fyrr enn í 1865. Handilin var víðkaður við úthandlum í 1830-árunum, og hann var farin at taka ímóti vørum, sum áður ikki høvdu verið góðkendar sum útflutningsvøra, t.d. troyggjum. I seinnu helvt av 19. øld tekur menningin rættiliga dik á seg, og ein borgaraskapur samansettur av útlendingum og føroyingum, keypmonnum og reiðarum, fer at gera vart við seg. Hans Jacob Debes lýsir broytingina so- leiðis: Tað føroyska samfelagið skifti dám frá at vera eitt seinført landbúnaðarsamfelag til at verða eitt virkið handils- og fiskivinnusamfelag við størri møgu- leikum hjá tí einstaka. Stórkeypmenn og reiðarar trokaðu bøndurnar burtur frá gomlu støðu teirra sum leiðandi stætt í samfelagnum. Tann drúgva av- byrgingin var brotin, og landið var latið upp út til umheimin. Føroyar vóru á veg inn í eina tíð við nýggjum krøvum og avbjóðingum. Hans J. Debes »Nú er tann stundin...« 1982, s. 92.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.