Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 6

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 6
10 FØROYSKA BÓKMENTAALMENNIÐ 1 19. ØLD Fyrivami eigur helst at verða tikið í sam- bandi við, um tann einstaki veruliga fekk »størri møguleikar«. Hetta er bert satt fyri tey, sum áttu nakað, meðan tey, sum bert høvdu hendur sínar, høvdu líka nógvar ella rættari líka fáar møguleikar sum fyrr, bert vóru teir øðrvísi. Tey ognarleysu máttu ikki longur vera húskallar og arbeiðsgentur hjá bóndun- um, tey kundu fara burtur at fiska og til stór- plássini at arbeiða í fiski. í 1877 vóm fyrstu sluppimar komnar — sum vanliga verða roknaðar sum tekin um, at nýggja tíðin er komin — og handilsvirk- semi var allastaðni. Tá ið hetta búskaparliga grundarlagið var í lagi, varð skipað fyri rætti- ligum fomm fyri politiskum almenni. »Amts- tidende for Færøerne« fingu keypmenn og bøndur, føroyskir og danskir, í lag, og sam- svarandi nýggju tíðini var tað skipað sum partafelag. Endamálið við blaðnum var at taka samfelagsmál upp til umrøðu. í royndar- blaðnum orða Enok Bærentsen, keypmaður, Høst, sorinskrivari, og Madsen, landkirurg- ur, hetta soleiðis: ... fremfor Alt har — som det kunde ventes — den almindelige Deltagelse i Styrelsen af Øernes offentlige Anliggender avlet Ønsket om at skabe en bedre Lejlighed end hid til til offentlig Drøftelse og alsidig Belysning at saadanne Spørgsmaal, som i politisk og social Henseende ere af indgribende lokal Betydning, hvilket Ønske efter Haanden er trængt mere og mere gjennem alle Befolkningens Lag. Amtstidende for Færøerne. 8.12.1877 - Prøvenummer. Samanborið við Færingetidende er almenna kjakið ikki longur ein skylda, men eitt ynski, tey flestu í samfelagnum hava. At døma eftir listanum við partaeigarunum í royndarblað- num vóru tey, sum ynsktu hendan miðil, føroyskir og danskir keypmenn, embætis- menn, óðals- og kongsbøndur, nakrir fáir handverkarar, lærarar og einstakir skipsfør- arar. Blaðið var tískil fyrst av øllum blað hjá teimum, sum ráddu vinnuliga og í umsiting- ini. Tað gjørdist eisini amboð hjá statsvald- inum eitt ár eftir, at tað var farið at koma út regluliga. »Amstidende for Færøerne« gjørd- ist alment lýsingablað í 1879. Soleiðis var tað bæði miðil hjá teimum, ið ráddu, og hjá statinum. Av tí at blaðið tey fyrstu góðu tíggju árini var einasta blað í landinum, talaði tað ikki bert fyri sjónarmiðunum hjá stovnar- unum. Aðrar hugsanir sluppu framat, og t.d. tjóðskaparliga kjakið byrjaði í »Amtstiden- de«. Tað var soleiðis pallur fyri fríum kjaki. Bókmentir og fjølmiðlar Sambandið við føgru bókmentirnar varð varðveitt. Ikki soleiðis at greinirnar vóru í sama bókmentaliga stíli sum í »Færingetid- ende«, men longu frá fyrsta blaði í 1878 er framhaldssøga fastur partur í blaðnum. Hetta ber til at skilja sum, at blaðskrivingin er vorðin skriviháttur fyri seg, loystur frá bók- mentaliga upphavi sínum. Tað nýggja við »Amtstidendefor Færøerne« var, at alment kjak varð møguligt. Tólv ár seinni rakti tað tjóðskaparliga rákið, sum var byrjað millum føroyingar í Keypmanna- havn, við í Føroyum. Tað elvdi til, at fleiri bløð komu afturat, »Føringatíðindi« og »Fuglaframi«. »Føringatíðindi« vóru blað Føringafelags og miðil fyri endamálum tess. í sambandi við borgaraliga almennið gjørdust Føringatíð- indi karmur um kjak um støðu landsins á føroyskum. Kjakið hevði sum nevnt longu verið í tólv ár, men spurningurin um málið gjørdist nú aðaltátturin. Verða Føringatíð- indi kannað nærri, so skilst, at ónøgdin við »Amtstidende« og tað, tey umboðaðu, snúði seg ikki um, at kjakið fór fram á tann hátt,
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.