Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 7

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 7
FØROYSKA BÓKMENTAALMENNIÐ f 19. ØLD 11 sum tað gjørdi har. Ónøgdin snúði seg um, at tað var á donskum og ikki á føroyskum. Føringatíðindi skuldu virka fyri at verja mál og siðir, royna at fáa føroyingar at standa saman og stríðast fyri størri tjóðskapi. Hugs- anin tykist at hava verið, at málið verður vart og ment best við at brúka tað. Tað, málið skuldi verða nýtt til, var at tala fyri sam- anhaldi, tjóðskapi osfr. Skuldi hetta yvirlitið verið fullfíggjað, átti eg eisini at viðgjørt stríðið um stavsetingina í 1890-árunum. Tað fari eg ikki at gera, men bert nevna, at tað óivað ber til at greina hetta málstríðið úr sama sjónarhorni, sum eg havi brúkt framm- anfyri. í sambandi við stavsetingina, má spurningurin vera: Hvønn týdning høvdu viðurskiftini í borgaraliga almenninum fyri, at tað var etymologiska stavsetingin, ið sigraði? Dømi um kanning av stríði um stavseting úr hesum sjónarhorni er rit eftir Idar Stegane (1984). Harafturat skuldu Føringatíðindi eisini viðgera ítøkilig viður- skifti sum »mangt og hvat, sum kann verða til gagn fyri okkara vinnuvegir á sjógv og landi« (Føringatíðindi nr. 1, 1890). í blaðn- um er nakað um vinnuviðurskifti, eitt nú uppskot til og hugleiðingar um landbúnaðin, meðan fiskivinnan ikki so ofta verður við- gjørd. Øðrum vinnuvegum gera Føringatíð- indi lítið burturúr, og hetta er ein av aðal- mununum millum Føringatíðindi og Fugla- frama. Beint mótsett øðrum bløðum, sum tá høvdu verið í Føroyum, setti Sverri Patursson onga rættiliga endamálsorðing upp, tá ið hann fór undir at geva Fuglaframa út í 1898. Haraftur- ímóti skrivar hann um hug »til at virka fyri góðum framburði í Føroyum, og at ikki tykist mær (t.e. Sverra), heilsusom framgongd fer at verða, uttan bygt verður uppá landsins egna grunn« (Fuglaframi nr. 1,1898). Fugla- frami royndi meira enn Føringatíðindi at umrøða aðrar vinnumøguleikar enn teir van- ligu, landbúnað og fiskiskap. Fuglaframi talaði nógv og ofta fyri at bøta um handverk- arakorini og um at stuðla til nýggjar hand- verksgreinir soleiðis, at handverk av ymsum slag kundu gerast tað neyðuga ískoytið til fiskivinnuna. Fuglaframi loysti á henda hátt eina av upprunaligu uppgávunum hjá almenna kjakinum: skilagott og sáttliga at viðgera vinnuviðurskifti, sum eru felags áhugamál borgaranna. Hesi bæði fyrstu bløðini á føroyskum vóru tjóðskaparlig, og bæði høvdu málið sum høvuðsendamál. Bæði bóru tíðindi uttan úr heimi og innanoyggja. Sambært Habermas fingu uttanlandstíðindi alt størri týdning, so hvørt kapitalisman mentist og kravdi upp- lýsingar um viðurskiftini og støðuna í markn- aðarlondunum (Habermas 1980, s. 14 og 20). f mun til undanfarnar royndir at gera ein karm um almenna kjakið, so høvdu Føringa- tíðindi og Fuglaframi tann fyrimun, at pol- itiska almennið var longu grundað, og tí tal- aðu hvørki Føringatíðindi ella Fuglaframi um, at landsins stýrisskipan kravdi alment kjak og støðutakan. Tað var longu undirskilt. Bløðini røktu bæði politiskar uppgávur í borgaraliga almenninum, tí at tey vóru mill- umliðir millum veljararnar og tingið við at prenta frásagnir úr løgtinginum og fólka- tinginum. Tey vóru »meiningapressa« á tann hátt, at tey endurgóvu tað, sum var havt frammi á fremsta politiska pallinum, úr sín- um serliga sjónarhorni, tí tjóðskaparliga. Føringatiðindi og Fuglaframi orðaðu tjóð- skaparligar hugsanir og bóru tær saman við tað, sum fór fram á tingi. Men munur var á støðu teirra. Føringa- tíðindi vildu ongantíð taka støðu til flokkar-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.