Fróðskaparrit - 01.01.1985, Side 8

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Side 8
12 FØROYSKA BÓKMENTAALMENNIÐ í 19. ØLD nar — sum vóru teir donsku —, tí at valevnini kundu vera limir í Føringafelag, men halda seg aftur at hvør sínum donskum flokki. Dømi um hetta er valið til fólkatingið í 1901, tá ið Joen Poulsen og Jóannes Patursson vóru uppstillaðir. Báðir vóru Føringafelags- menn, men Joen Poulsen var »høgramaður« og Jóannes Patursson »vinstramaður«. Før- ingatíðindi róstu báðum: »Báðir eru evna- góðir og hava góðan hug til at fremja okkara viðurskifti — trúgva vit« (Føringatíðindi nr. 5, 1901). Hendan trupulleikan hevði Fugla- frami ikki. Hann kundi frítt taka støðu, tí blaðstjórin hevði ongar limir at hugsa um — og hann var sjálvsagt fyri bróðurinum, Jó- annesi Paturssyni. Dømi um, at politiska almennið innan borg- araliga almennið var sera væl grundfest í 1890- árunum, er, at tað vísti skjótt og ósjálvrátt óviðkomandi evnum frá sær. Soleiðis var, tá ið kvinnur í 1898 royndu at fáa alment kjak í lag millum sin í Fuglaframa um viður- skifti, sum serliga kvinnur kendu til. Kjakið varð av ongum, tí at menn løgdu uppí og køvdu tað við at venda tí móti kvinnunum sjálvum. Kvinnur vórðu lagdar undir at vera »pyntisjúkar«, og tí kundu tær ikki ætlast at hava nakað álvarsligt at bera upp á mál, ið hvussu er ikki alment. Kvinnur og teirra viðurskifti vóru knýtt at familjuni, og alt teirra var tí so inniliga privat, at tað ongan almennan áhuga kundi hava. Tað høvdu bert felags áhugamál borgaranna, t.e. slíkt, sum hevði við samfelagsmál sum vinnu at gera (M. Simonsen 1985). Skalđskapurin hevði týdningarmiklan lut í tjóðskaparrørsluni. í yrkingum, sum var ráðandi bókmentagreinin í Føroyum tá, bar til at bera boðskapin hjá rørsluni fram á annan hátt enn í greinum og prentaðum røðum, sum so at siga talaðu til skil og skynsemi lesaranna. Rørslan talaði gjøgnum skald- skapin beinleiðis til kenslur og ynski hjá tí einstaka, ella hann var amboð til at ala tjóð- skaparligu kenslurnar fram. Til frama fyri hesum endamáli var romantiski og kenslu- borni yrkingarhátturin sera væl nýtiligur. Samstundis var hesin máti at yrkja eisini end- urnýggjan av yrkingarkynstrinum í Føroy- um. Enn varð yrkt í gamla og reglufasta snið- inum, men tað var lýriski formurin, sum var í koming, júst tí at hann samsvaraði við ráð- andi rákið annars. Harafturat vóru sjónleikir- nir, sum høvdu sama boðskap sum tjóðskap- aryrkingin. í leiki bar til at gera boðskapin enn meira ítøkiligan við at spæla greið, fyri- myndarlig dømi og á tann hátt læra fólk. Bókmentir fyri seg Gongdin frá politisku táttum Nólsoyar Páls til politisku bløðini hevði við sær, at bók- mentirnar vórðu sjálvstøðugar — ella tær vóru í 1890-árunum væl á veg til at verða tað. Sum greitt er frá, vóru hesi árini tíðar- skeiðið, tá ið blaðheimurin øktist munandi. Bløðini umboðaðu ymiskar hugsanir og yms- ar bólkar í samfelagnum, og samstundis loyst- ist blaðskrivingin frá bókmentaliga sniði- num, og bókmentirnar sjálvar førkaðu seg burtur frá beinleiðis sosiala bundinskapinum. Hetta vóru eisini árini, tá ið fyrstu føroysku yrkingasøvnini vórðu prentað og seld. »Føriskar vysur« komu út í 1892 í Keyp- mannahavn. í tí vóru mest sangir, sum vóru sungnir í Føroyingafelag har. Fyrstu føði- landssangirnir, nógvir skálsangir og ymsar aðrar yrkingar av meira og minni kenslu- bornum slag eru í hesi bókini. í tann mun føðilandsyrkingin í samtíðini varð hildin at vera politisk yrking, er hon í
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.