Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 15
Vindmátingar í Tórshavn
1974-78
Hans Pauli Joensen
Inngangur
Taltilfarið til greinina er fingið til vegar frá
Telegrafstøðini í Tórshavn, har veðurfrøði-
ligar mátingar dagliga verða gjørdar triðja
hvønn tima (3, 6, 9, ..., 24 GMT) vegna
Meteorologisk Institut í Keypmannahavn.
Kannaðu tølini, ið eru lOminutta miðal-
virði, eru frá 1974 til 1978 (tó vantar juni í
1976 og februar í 1978). Hetta tíðarskeiðið
stóðu vindfølararnir á eini 25 m høgari mastur,
men mátaðu vindferðirnar eru roknaðar um
til 10 m hædd, ið er vanlig tilvísingarhædd
fyri mátingar av vindi. Sambandið millum
vindferð og mátingarhædd við Telegrafstøðina
er sambært Meteorologisk Institut, sum víst
á 1. mynd.
Úrslit
Dagligar broytingar
Á 2. mynd og í 1. talvu sæst, hvussu vindferð-
in broytist gjøgnum dagin í miðal í tíðar-
skeiðinum 1974-78.
Frá apríl til september er dagliga broyt-
ingin skeiðbundin og mynstrið í skiftinum
líkt. Vindurin er mestur millum kl. 1200 og
21°°, og miðalvindferðin er størst kl. 18°°.
Hinar mánaðirnar eru broytingarnar meiri
óregluligar, og miðalvindferðin tykist liggja
á einum rættiliga jøvnum støði alt samdøgrið.
Hesi fimm árini var dagliga skiftið í eff-
ektini í vindinum í miðal sum á 3. mynd
og í 1. talvu. Hon er størst millum kl. 12°°
og 2100 frá mai til september. Frá januar til
apríl og frá oktober til desember er skiftið
ikki reglubundið. í sambandi við stóru øking-
ina í miðaleffektini frá kl. 18°° til 21°° fyri
februar mánað eigur ein at geva sær far um,
at spreiðingin í effektini tá er stór (1. talva).
Broytingar við árstíðini
Mánaðarliga miðalvindferðin broytist við
árstíðunum og frá ári til árs (4. mynd og 2.
talva). Skiftisbreiddin (the amplitude of
variation) í 1974, 1975 og 1977 er ávikavist
4.04 m/s, 4.32 m/s og 3.12 m/s. í 1976 vant-
ar junimánaður, og í 1978 vantar februarmán-
aður; men skiftisbreiddin hesi árini víkur
Fróðskaparrit 32. bók (1985): 19-36.