Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 17

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 17
VINDMÁTINGAR í TÓRSHAVN 1974-78 21 einstaka máting av vindferðini (10 m hædd) í tíðarskeiðinum 1974-78 og bólkað eftir henni í rám við longdini 1.00 m/s. Árliga býtið av orkuni í vindinum eftir vindferð fæst við at falda miðalorkuna í einstøku rámunum við tilmunarliga (relativa) tíðleika teirra (11. mynd). Býtið av vindorkuni broytist úr ætt í ætt. Á suðri, útsynningi og vestri eru einstakir út- tøkir (ekstremir) toppar, ið standast av, at tíð- leikin er lutfalsliga stórur í tilsvarandi ferð- rámunum. Samanumtikið fyri allar ættirnar er árliga orkan størst millum 12 og 13 m/s. Miðalorkan í vindinum er størst á vestri (3754 kWh/m2) og minst á eystri (1394 kWh /m2), 3. talva). Tá allar ættirnar verða tiknar undir einum, er miðaleffektin einstøku árini og í miðal fyri tíðarskeiðið sum í 4. talvu. Modell av vindbýtinum Tað er ikki óvanligt, at ein ástøðilig tættleika- funktión kann atnærkast (approksimerast) vindbýtinum á einum stað, bæði sum heild og innan einstøku ættirnar. Vanliga verður Weibull-býtið nýtt sum modell av vindbýtinum. Tættleika-funktiónin hevur tveir (positivar) parametrar (A og C) og er givin við 1) f(v) = fl • C • V0'1. e~AvC; V>0 = o ; annars har C er skap-parameturin og A er stiga- parameturin. Miðalvirðið og variansurin eru ávikavist 2) yu = a_1/c • fd + 3) a2 -- a‘2/c* [r(l + f) - [Pd + £>] 2J har [~1 er gammafunktiónin. Av hesum fæst, at _ 2 ? 4) Td + c) gf [ru.ij2 v Sambandið í 4) var í hesum umfari nýtt til at meta um parameturin C. Fyri /x og đ2 vórðu nýtt ávikavist miðaltal og spreiðing frá mát- ingunum. Parameturin A varð tikin (elimi- neraður) úr f(v) við at nýta 2) og aftur nýta miðalvirðið frá mátingunum fyri p. Funnu virðini fyri C skifta frá ætt til ætt (3. talva). Á 8. mynd er funna Weibull-býtið innan einstøku ættirnar myndað saman við býtinum fyri mátingarnar. Ein goodness-of- fit roynd (samsvarsroynd) millum 1 og 20 m/s vísir, at tilhugsanin (hypotesan) um Weibull-býtið kann góðtakast á 0.1 % signi- fikansstigi fyri landnyrðing, eystan, land- synning og útsynning, og á 2.5 % signifikans- stigi fyri norðan. Fyri hinar ættirnar kann tilhugsanin um Weibull-býtið ikki góðtakast út frá eini goodness-of-fit roynd. Tá allar ættirnar verða tiknar undir einum, vísir sama tilhugsanarroyndin, at Weibull- býtið ikki kann góðtakast sum modell av vindbýtinum. Á 9. mynd er funna Weibull- býtið myndað saman við árliga býtinum frá mátingunum. Úrskurður Viðgerðin av vindmátingunum við Telegraf- støðina í Tórshavn frá 1974 til 1978 vísir, at regluligt dagligt skifti er í vindferðini frá apríl til september. Størstu vindferðirnar eru mill- um kl. 1200 0g 2400. Hinar mánaðirnar er vindferðin á einum toluliga jøvnum støði alt samdøgrið. Frá juni til september er effektin í vindinum
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.