Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 18

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 18
22 VINDMÁTINGAR í TÓRSHAVN 1974-78 millum kl. 12°° og 21°° størri enn aðrar tíðir á samdøgrinum, men úrslitini fyri hinar mánaðirnar benda á, at effektin skiftir meiri óregluliga við degnum. Bæði vindferðin og effektin í vindinum skifta við árstíðini og frá ári til árs; báðar støddirnar eru minstar um summarið og størstar um veturin. Miðalvindferðin og mið- alorkan pr. m2 í vindinum vóru í kannaða tíðarskeiðinum ávikavist 5.84 m/s og 2447 kWh/m2/ár (10 m hædd). Ættartíðleikin er størstur fyri vestan, út- synning og sunnan, og týðiligt er, at hesar ættirnar innihalda størstu miðalvindferðirnar og mestu miðalorkuna í vindinum. Vindbýtið broytist frá ætt til ætt, og kann- ing av býtinum í ættunum tey einstøku árini vísir, at tað broytist rættiliga nógv frá ári til árs, (hendan kanningin er tó ikki tikin við her). í miðal fyri tíðarskeiðið er tíðleikin í øllum ættum størstur millum 2 og 8-9 m/s. Hetta ger seg eisini galdandi, tá allar ættirnar verða tiknar undir einum, bæði tey einstøku árini og í miðal fyri tíðarskeiðið. Ein goodness-of-fit roynd av, um Wei- bull-býtið kann nýtast sum modell av vind- býtinum innan einstøku ættirnar í tíðarskeið- inum 1974-78 vísir, at hendan tilhugsanin kann góðtakast á 0.1 % signifikansstigi fyri landnyrðing, eystan, landsynning og útsynn- ing, og á 2.5 % signifikansstigi fyri norðan. Fyri hinar ættirnar, og tá allar ættirnar verða tiknar undir einum, kann hon ikki góðtakast út frá hesi somu roynd. Tøkk Høvundurin veitir sína tøkk til starvsfólk á Tele- grafstøðini í Havn og á Meteorologisk Institut í Keypmannahavn. Uttan teirra beinasemi var hend- an kanningin ikki møgulig. Ein serlig tøkk verður veitt starvsfeløgum mínum á Støðisútbúgvingini, P. Zachariasen fyri góð ráð og orðaskifti í sambandi við kanningina, og S. Henriksen fyri at hava rein- skrivað tilfarið. Úrtak Mátingar av vindferð og vindkós við Telegrafstøðina í Tórshavn verða viðgjørdar. Dagligar broytingar í vindferðini og í orkuni pr. m2 í vindinum eru vístar fyri einstøku mánaðirnar. Broytingarnar i somu stødd- um við árstíðini og áranna millum verða lýstar. Árliga vindbýtið innan einstøku ættimar og sum heild er kannað, og Weibullbýtið er umrøtt sum modell av vinđbýtinum. Orkan pr. m2 í vindinum er roknað fyri ættimar og sum heild, og er býtt eftir vindferðini. Abstract Every third hour the wind velocity is mea- sured at the Telegraph Station in Tórshavn. In this paper these data are investigated for the period 1974-78 with respect to diurnal and seasonal variations in the wind speed and the wind power. The annual frequency distribution of the wind speed is found for different wind directions and averaged over all directions, and a Weibull-distribution is approximated in each case. The energy pr. m2 in the wind is calculated in each case, and the energy distribution by the wind velocity is found. Summary A discernible diurnal variation in the wind speed was detected from April to September with the highest speeds between 12 GMT and 24 GMT. The rest of the year the wind speed fluctuates around a rather constant level throughout the day. From June to September there were also detected a discernible diurnal variation in the wind power with the highest values between 12 GMT and 21 GMT. The results for the rest of the year indicate a rather irregular diurnal variation in the wind power. Considerable seasonal and interannual variation is found to be in both the wind speed and the wind power. The mean values
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.