Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 33

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 33
Burðarvektir í Føroyum 1969-1981 Sjúrður Fróði Olsen Inngangur í fleiri ár hevur millum starvandi við heilsu- verkið verið talað um, at burðarvektir í Før- oyum munnu liggja hægri enn aðrastaðni, serstakliga enn í Danmørk. Fá hagtøl hesum viðvíkjandi hava verið almannakunngjørd áður (1, 2, 3). Fegersten Saugstad (4) vísir í eini millumlanda sammeting, at Føroyar hava ta hægstu burðarvektina millum tey lond, hon hevur kannað. Kanning hennara fevnir tó bert um 21 ymisk lond og bert um 780 nýføðingar í Føroyum. Harumframt verða burðarvektir í Føroyum og í øðrum londum sammettar, uttan at ansað verður eftir, at tær ikki eru beinleiðis sammetiligar (ymiskar vektbólkingar verða nýttar, og uppi í summ- um eru roknað deyðfødd, uppi í summum ikki). Tað var tí hildið forvitnisligt gjøllari at kanna, hvørt tað veruliga er so, at vit í Føroyum hava óvanliga høga burðarvekt, og um so er, tá at finna fram til møguligar orsakir. í høvuðsheitum verða í hesi grein burðar- vektir hjá øllum livandi føddum í Føroyum í tíðarskeiðinum 1969-81 uppgjørdar og sam- mettar við burðarvektir í londum um allan heim. í øðrum lagi verða burðarvektir í Før- oyum sammettar gjøllari við burðarvektir í Danmørk. Evnislýsing Burðarvektin hevur týdning fyri at ætla um framtíðarútlitini hjá nýføðinginum. Fer burð- ar vektint.d. niður um 2500 g, veksur deyða- talið kring føðing (perinatal mortality) í stórum; somuleiðis veksur tað, um burðar- vektin fer upp um 4500 g, men í nógv minni mun (sí t.d. 5). Um ymisk lond verða sam- mett, tykist at galda alment, at lægri burðar- vektin er í einum landi, hægri er deyðatal pinkubarna (infant mortality) (4). Tað er tí týdningarmikið at vinna sær sum mestan kunn- leika til tey viðurskifti, sum eru avgerandi fyri burðarvektina við tí í hyggju at nýta hesa vitan til fólkaheilsugagn. Ein ávís spjaðing er knýtt at burðarvektini hjá fólki eins og at øðrum lívfrøðiligum støddum. Kanningar gjørdar millum annað í Noregi (6) hava víst á, at umleið 1/4 av hesi spjaðing stendst av ymiskleika í umhvørvi, meðan 3/4 av henni standast av ymiskleika í ættarbregði hjá fostri og móður. í ein ávísan mun hevur verið gjørligt at greina nøkur viðurskifti hjá fostri og móður, sum hagfrøðiliga hava tilknýti til burðar- vektina (sí t.d. 7), og í summum førum hevur vissa kunnað fingist fyri, at hesi viðurskifti Fróðskaparrit 32. bók (1985): 37-46.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.