Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 34

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 34
38 BURÐARVEKTIR í FØROYUM 1969-81 beinleiðis hava verið orsakir til høga ella lága burðarvekt (t.d. royking). Summi av hesum viðurskiftum skulu nevnast her. Viðurskifti hjá móðurini: Burðarvektin tykist vaksa við móðurinnar føðingatali (t.e. talið á barnferðum (parity)), aldri, hædd, vekt undan gitnaði og vekteykan eftir gitnað. Eisini er burðarvektin hægri hjá børnum føddum í hjúnalagi og hjá børnum úr hægri samfelagsstættum, enn hon er hjá øðrum. Royking, ov høgt blóðtrýst og tvørrandi føði virka til at minka um burðarvektina. Tá ið móðirin hevur sukursjúku, er burðarvektin ofta høg. Viðurskifti hjá fostrinum: Dreingir hava hægri burðarvekt enn gentur, og tvíburar hava lægri burðarvekt enn onnur. Tá ið fostrið er vanskapað, og tá ið tað hevur virus- ella bakteriusmittu, er burðarvektin ofta lág. Onnur viðurskifti: Um móðurkøkan er ov lítil, um hon liggur fyri, ella um hon er losnað fyri tíðina, verður burðarvektin ofta lág. Eins og ymisk fólkasløg kunnu vera ójøvn til støddar sum vaksin, kunnu tey hava ym- iskar burðarvektir, eitt nú hava europear hægri burðarvekt enn ásiatar. Bakketeig og aðrir (8) hava víst á, at kvinn- ur, sum eiga fleiri børn, í stóran mun hava lyndi til at endurtaka burðarvektina hjá tí fyrsta barninum. Hetta lyndið tykist vera sterkari, enn væntandi er út frá teimum oman- fyri frásøgdu viðurskiftum av týdningi fyri burðarvektina. Hesir granskarar meta, at enn eru týðandi óavdúkað virkisløg — um- hvørvislig ella arvilig — sum í hvørjum ein- støkum føri eru við til at gera av, um burðar- vektin verður høg ella lág. Tilfarið Føroyska tilfarið stavar frá føðingarfráboð- anum hjá ljósmøðrum, sum hava verið upp- gjørdar í ein ávísan mun av Sundhedsstyrelsen í Keypmannahavn og síðan burturgoymdar. Bert ein minni partur av føroyska tilfarinum hevur verið almannakunngjørdur áður (2, 3). Meginparturin av danska tilfarinum stavar frá almannakunngjørdum yvirlitum frá Sund- hedsstyrelsen (9, 10), men sumt beinleiðis haðan. Tilfarið um hini londini stavar frá ymiskum keldum (2, 11, 12, 13, 14). Kanningin fevnir bert um livandi fødd. Fyrimunurin við hesum er, at ósambæri landa millum í seting av marki millum deyðføðing og at hitta reis (í Danmørk og í Føroyum er markið 28 vikur eftir fyrsta dag í seinastu mánasjúku, í Noregi 16 vikur) ikki kemur at ávirka sammetingina. Kanningarhættir Burðarvektir verða vanliga bólkaðar svarandi til: annað hvørt B-999: -999,1000-1499, ...., 4500-4999, 5000- gramm (g) ella B-1000: -1000, 1001-1500, ...., 4501- 5000, 5001- g. Miðalvektin x og spjaðingin S D fyri N burðarvektir eru útroknaðar eftir: 2(«i™i) /2(«iOTi2) - x2N x = ----og SD = \ / -i-------------- N V N -1 har nj er tal á nýføðingum, og mj er miðja í vektbólki i. mj kann hava virðini 750, 1250, ..., 4750 og 5250 g, sama um burðarvektir- nar eru uppgjørdar eftir B-999 ella B-1000. í Danmørk og Føroyum verða burðarvekt- irnar í føðingarfráboðanunum avrundaðar
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.