Fróðskaparrit - 01.01.1985, Side 37

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Side 37
BURÐARVEKTIR 1 FØROYUM 1969-81 41 Munurin á miðalburðarvektunum í Føroy- um og í Danmørk er umleið 230 g. Hann ger seg galdandi fyri allar vektbólkar, við tað at øll prosentmørk í minsta lagi eru 225 g hægri í Føroyum enn í Danmørk. í Føroyum vórðu í tíðarskeiðinum 1977-81 19 % av øllum føð- ingum sett í gongd við heilivági, men bert 10 % í Danmørk í 1979 (15, 16, 17). Við tað at munurin ger seg galdandi fyri allar vektbólk- ar, og at talið á ígongdsettum føðingum upp á seg er tvífalt talið í Danmørk, tykist greitt, at munurin á miðalburðarvektunum neyvan stendst av, at ígongdseting verður meiri nýtt í Danmørk enn í Føroyum. Aldur móðurinnar, hjúnalagsstøða og føð- ingatal hava øll ávirkan á burðarvektina (sí Evnislýsing). Tað var ikki møguligt at fáa til vegar hagtøl fyri føðingatal, men bert fyri hvussu ofta móðirin áður hevur verið við barn (t.e. átt, hitt reis og/ella fingið fostur- tøku). Standardisering av føroysku miðalburðar- vektini, so hon svarar til ta donsku viðvíkjandi aldurs- og hjúnastøðubýti møðranna, hevur við sær, at munurin á miðalburðarvektunum økist við ávikavist 5 og 9 %, meðan standard- isering viðvíkjandi hvussu ofta, móðirin áður hevur verið við barn, hevur við sær, at mun- urin minkar við 9 %. Munurin á miðalburðar- vektunum fyri møður, sum ongantíð hava verið við barn áður, og sum sostatt allar hava júst tað sama føðingatalið (»matching«), er 23 % minni, enn hann er fyri allar møður. Upp á seg er talið á sukursjúkum (insulin- krevjandi) í Danmørk tvífalt tað í Føroyum (18). Frávik sæst ikki landanna millum í tví- burðatíðleikanum og gentu/dreingjalutfall- inum. Nevndu viðurskifti, sum annars hava týdning fyri burðarvektina í tí einstaka før- inum, sí Evnislýsing, hava sostatt onga heildarávirkan á tann stóra munin millum mið- alburðarvektirnar í Føroyum og í Danmørk. Av viðurskiftum í umhvørvinum hjá barna- konum hevur royking sterkasta árinið á burð- arvektina á okkara leiðun (í tilafturskomn- um londum hava tvørrandi føði og sjúkur størri árin). Kanningar gjørdar í Onglandi vísa (7), at um barnakonur roykja fleiri enn 15 sigarettir um samdøgrið, verður miðal- burðarvektin hjá børnum teirra 158 g lægri enn hjá teimum, sum als ikki roykja. Av tí at munurin á miðalburðarvektunum er so mikið stórur, umleið 230 g, tykist tað ikki trúligt, at hann eina kann standast av, at barnakonur í Føroyum roykja minni enn tær donsku, hóast hetta kortini kann hugsast at gera seg galdandi í ein ávísan avmarkaðan mun. Umhvørvið hjá barnakonum í Føroy- um man í mangar aðrar mátar vera øðrvísi enn í Danmørk. Munurin á miðalburðar- vektunum í báðum londunum var størri fyri børn fødd í hjúnalagi enn uttanfyri. Um so er, at viðurskifti í umhvørvinum eru atvoldin til burðarvektamunin landanna millum, kann ein sostatt hugsa sær, at hesi viðurskifti gera meira um seg hjá møðrum í hjúnalagi enn uttanfyri (set fyri, at roykingin eina var at- voldin, so átti munurin Føroya og Danmarkar millum viðvíkjandi roykivanum at verið størri fyri møður í hjúnalagi enn uttanfyri). Burðar- vektarmunurin landanna millum sýnist har- afturímóti ikki at vera knýttur at móður- aldrinum. Mannfrøðiligar kanningar hava víst, at ís- lendingar og føroyingar líkjast nógv (19, 20). Tann sera høga burðarvektin, sum kemur fyri í hesum londum aftur ímóti aðrastaðni, kann sostatt møguliga standast av, at hesi bæði fólkasløgini hava felags ættarbregði. Tað er tó eins væl hugsandi, at íslendingar og føroyingar hava okkurt í felag í umhvørv-
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.