Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 43
Teldað røntgenflísing
av heilum í Føroyum
(Computerized Tomography, CT)
í tíðarskeiðinum 1.3.83-29.2.84.
Anders Harboe Ree, Magnus Johan Djurhuus,
Emma Winther og Tove Jagt.
Frá røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum, Tórshavn.
í sambandi við 50-ára stovningardag Sjó-
vinnubankans á heysti 1982 gav bankin Lands-
sjúkrahúsinum eitt teldustýrt røntgenkann-
ingartól liðixgt uppsett og klárt til nýtslu.
Keypt varð eitt Siemens Siretom 2000 E
kanningartól, ið varð sett upp í táverandi
røntgenmyndaskjalasavni. Tólið varð tikið í
nýtslu 1.3.83. Útreiðslur bankans vóru, tá
ið kanningarnar byrjaðu, 2 mill. kr.
Her skal greiðast frá tóli, kanningarhátti,
tilfari og úrslitum, ið fram eru komin fyrsta
árið, tólið hevur verið í nýtslu.
Tól og kanningarhættir.
Siretom 2000 E kanningartól er eitt teldu-
stýrt (computerized) røntgentól, ið bert kann
nýtast til kanningar av høvdi og í vissum før-
um ovara parti av hálsi. Sjúklingurin verður
lagdur á eitt borð við høvdinum spentum
føstum í einari vøggu. Borðið verður síðani
flutt soleiðis, at høvdið kemur inn í eitt hol,
og kanningin kann nú byrja. Høvdið og har-
við heilin verða nú støddfrøðiliga skorin í
flísar. Hvør flís hevur eina tjúkt upp á 10 (5)
mm. Mátingin varir 1 min. Samstundis sum
mátingin er liðug, eru útrokningarnar lidnar
og verða vistar sum svart/hvít mynd á sjón-
varpstólinum, sum ein kann taka vanliga
ljósmynd av til røntgenmyndasavnið. Av
hvørjum sjúklingi verða tiknar 8-10 flísar
byrjandi við skallabotniniim (basis cranii),
og síðani verður hildið áfram, til allur skallin
er kannaður. í vissum førum verður kann-
ingin endurtikin, eftir at innsprænd eru 75 ml
76 % urografin, sum skuggaevni (kontrast-
evni). Kanningin varir 25-45 min., sum kann-
ingarumstøðurnar annars eru til. Tøkniliga
hevur gingið væl í hond, soleiðis at teir tøkni-
ligu byrjanartrupulleikarnir eru vorðnir rætt-
aðir av ravmagnsmanninum á deildini.
Tilfar.
í umrødda tíðarskeiði eru kanningar gjørdar
á innløgdum sjúklingum ella eftir ávísing frá
serlækna. Tað eru gjørdar 339 kanningar á
322 sjúklingum. 17 sjúklingar eru kannaðir
Fróðskaparrit 32. bók (1985): 47-50.