Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 47

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 47
Plantufrøðiligar bókmentir Føroyum viðvíkjandi frá elstu tíðum til 1980 JóhannesJóhansen í hesi grein havi eg roynt at savna saman tað, sum er skrivað um plantufrøði viðvíkj- andi Føroyum. Grundarlagið hevur verið tað arbeiði, sum Carl Christensen og Alfred Hansen gjørdu við: »Oversigt over den danske botaniske litteratur«, har teir eisini nevna ritgerðir, sum hava við Føroyar at gera. Harumframt havi eg funnið ymiskt annað fram, og eisini gjørdi eg av at taka landbúnað við, men sjálvandi bert tann part- in, ið snýr seg um plantur (velting, royndir við eplum o.t.). Búnaðarbløðini havi eg bert nevnt uttan at roynt at taka einstakar greina- stubbar burturúr. Eg havi roynt at arbeitt eftir ávísum regl- um, hvat skuldi takast við og hvat ikki. Ein- ans prentaðar og útgivnar greinir og bøkur eru við. Handrit, dagbøkur, fjølritað undir- vísingartilfar o.t. er ikki á listanum. Greinir í dag- og vikubløðum ei heldur. Størri al- mennum verkum, sum lýsa plantuvøksturin á størri økjum og tá eisini nevna Føroyar, havi eg eisini útihýst. Dømi um slík verk eru Jessen og Mentz: Vilde Planter i Norden, Hulten: The amphiatlantic plants og Hegi: Illustrierte Flora von Mitteleuropa. Eg havi roynt at nevnt tær bøkur og greinir, sum eru útkomnar fyri 1900, bert tær hava nakrar fáar plantur við, men tað man neyvan hava eyđnast mær at fáa allar tílíkar ritgerðir við. Annars hevur tað hjá mær, eins og øllum øðnun høvundum at ritgerðum sum hesi, verið soleiðis, at tað var ein persónlig metan, um hvat skuldi takast við og hvat átti heldur at verið útihýst. Greinina havi eg býtt í tríggjar partar. Fyrsti parturin er listi yvir allar ritgerðirnar, skipaðar eftir høvundi í bókstavarøð. í øðrum parti eru ritgerðirnar býttar í nøkur høvuðs- evni skipað í tíðarrøð. Triði parturin inni- heldur stuttar lýsingar av høvundunum. Teir eru skipaðir í bókstavarøð. Tíverri hevur ikki eydnast mær at fáa upplýsingar um teir allar. í teimum førum havi eg skrivað eitt sindur um ritgerðina, um ella nær høvundurin hevur verið í Føroyum. Nøvnini á tíðarritum eru í flestum førum stytt, men styttingarnar eru gjørdar soleiðis, at eg haldi ikki neyðugt er við nærri frágreið- ingum. Kortini kann nevnast, at Hedes. Tids. er Hedeselskabets Tidsskrift og Bot. Tids. merkir Botanisk Tidsskrift. Styttingarnar annars eru: md. = mynd(ir), tlv. = talva, talvur (tabel), pl. = pláta, plátur (planche), bls. = blaðsíður, bd. = bind, hft. = hefti. Fróðskaparrit 32. bók (1985): 51-98.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.