Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 81

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 81
PLANTUFRØÐILIGAR BÓKMENTIR FØROYUM VIÐVlKJANDI 85 gerning sín arbeiddi hann við plantufrøði, og her vóru tað serliga skónirnar, ið høvdu áhuga hansara. Hann var ikki í Føroyum sjálvur, men navngreindi tær innsavningar, sum danir gjørdu um aldaskiftið. Brøgger, Anton W. (1884-1951). Norskur forn- frøðingur. Brøgger var í Føroyum í 1934. Hann gjørdi kanningar um Føroya forn- frøði og nýtti eisini úrslitið av teimum kann- ingum av plantuleivdum í føroyskum mógvi, sum Knud Jessen og R. Rasmussen høvdu gjørt. Hann skrivaði Løgtingssøgu Føroya, sum Jóannes Patursson týddi beinleiðis eftir handritinum. Brøndegaard, Vagn Jørgensen (f. 1919). Danskur serfrøðingur í etnoplantufrøði, t.e. hvussu fólk hava nýtt plantur — til matna, heilsubót, litingar og týdningur plantanna í t.d. pátrúgv. Hevur skrivað umleið 650 ritgerðir hesum viðvíkjandi. Hann hevur ikki verið í Føroyum, men hevur kannað t.d. Svabo, Landt, R. Ras- mussen og R. K. Rasmussen. Hevur búð í Spaniu síðan 1956. Buchwald, Niels Fabritius (f. 1898). Danskur plantufrøðingur. Cand. mag. (plantufrøði) 1924. Vísindaligur hjálparmaður og lærari á deildini fyri plantusjúkur á Kgl. Veterinær- og Landbohøjskole. Professari í plantu- sjúkum 1944-68 sama stað. Serkønur í soppum. Buchwald var ongantíð í Føroy- um, men navngreindi tað, sum F. H. Møller hevði innsavnað hiðani. Bærentsen, Holger (1905-1975, f. í Tórshavn). Læraraprógv úr Havn 1926. Lærari og seinni skúlastjóri við kommunuskúlan í Havn. Bocher, Tyge Wittroch (1909-83). Danskur plantufrøðingur. Mag. scient. (plantufrøði) 1934, dr. phil. 1938. Starvaðist við Keyp- mannahavnar universitet. Professari 1954- 79. Var í Føroyum í juli 1935. Børgesen, Frederik Christian Emil (1866- 1956). Danskur plantufrøðingur. Mag. scient. (plantufrøði) 1891. Arbeiddi sum vísindaligur hjálparmaður á Botanisk Museum og var frá 1900 bókavørður á Botanisk Haves Bibliotek, seinni nevnt Botanisk Centralbibliotek. Hann var ser- frøðingur í tarasløgum og vistfrøði og varð við árunum mettur at vera ein av heimsins kønastu á sínum øki. Hann gjørdi sera ná- greiniligar kanningar um taravøksturin við Føroyar og er tann útlendski plantufrøð- ingurin, ið hevur ferðast mest í Føroyum. 1895: 8. juni-21. juli. 1896:7. mai-15. juni. 1898: 4. apríl -16. juni. 1899: 24. juni - 16. juli. 1900: 1. juni - 24. juni. Eisini var hann her aftur í 1902. Hann ferðaðist seinni nógv í Vestindisku oyggjunum og á Miðalhav- inum. I 1904 gjørdist hann dr. phil. við ritgerðini Om Algevegetationen ved Færø- ernes Kyster. Umframt sín stóra kunnleika til algur og tarasløg, hevði hann eisini stóran áhuga fyri urtagørðum og skrivaði um hesi evni Føroyum viðvíkjandi. Sjálvur hevði hann ein sjáldsaman og víðagitnan urtagarð í Hellebæk n. f. Keypmannahavn. Børgesen var frálíkur myndatakari og hevur tikið hópin av myndum av plantu- vøkstri okkara. Hann tók eisini nógvar fólkalívsmyndir úr Føroyum. Christensen, Carl Frederik Albert (1872- 1942). Danskur plantufrøðingur. Mag. scient. (plantufrøði) 1900. Hevur serliga arbeitt við trøllakampum, og hann hevur skrivað Index Filicum (1905-06), ið verður roknað sum eitt høvuðsverk á hesum øki. Sera virðismikið er stóra arbeiði hansara við plantufrøðibókmentum og søgu um dansk- ar plantufrøðiligar rannsóknir. I hesum
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.