Fróðskaparrit - 01.01.1985, Side 83

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Side 83
PLANTUFRØÐILIGAR BÓKMENTIR FØROYUM VIÐVÍKJANDI 87 Engell, Kirsten (f. 1942). Danskur plantu- frøðingur. Cand. scient. (plantufrøði) 1968. Amanuensis við Keypmannahavnar uni- versitet. Inst. f. planteanatomi og cytologi. Erslev, Eduard (1824-1892). Danskur landa- frøðingur. Mag. scient. í 1850. Stovnari av Kgl. danske geografiske Selskab. Skrivaði nógvar lærubøkur í landalæru. Lærari í Roskilde og Aarhus. Frá 1871 var hann rithøvundur burturav, og hetta árið fekk hann heitið professari. Feilberg, Carl Adolph (f. 1844-1937). Danskur lækni. Cand. med. 1874. Byrjaði at lesa plantufrøði, men skifti til læknavísindi. Var í Føroyum í 1867 sum plantufrøðingur saman við Rostrup. Bróðir P. B. Feilberg. Feilberg, Peter Berend (1835-1925). Danskur landbúnaðarfrøðingur. Cand. polyt. og landbúnaðarprógv á Polyteknisk Lære- anstalt. Ferðaðist í Føroyum frá miðjum juni til fyrst í oktober 1876. Fjerdingstad, E. Danskur plantufrøðingur. Navngreindi royndir av algum, sum fiski- frøðingurin Knud Larsen savnaði í Før- oyum í 1947. Flensborg, Chr. E. (1873-1966). Skógarfrøði- prógv 1898. Síðan 1902 starvaðist hann við Det danske Hedeselskab. 1913 skriv- stovustjóri og 1933 stjóri. Fór frá 1943 vegna aldur. I sambandi við skógplant- ingararbeiði í Islandi síðan 1902 vitjaði Flensborg Føroyar nakrar dagar um ólav- søku 1902. Hann kom eftir áheitan frá Jóannesi Paturssyni fyri at kanna møgu- leikarnar at gera eina viðarlund í Kirkjubø, og var hetta byrjanin til stóra arbeiði hansara fyri føroysku træplantingarsakina. Giftist føroyskari kvinnu, Evu Lútzen úr Havn. Forchhammer, Johan Georg (1794-1865). Danskur jarðfrøðingur. Las evnafrøði, dr. phil. 1820, 1831 professari »extraordi- narius« í steinsløgum (mineralogi) og 1850 professari »ordinarius« í jarðfrøði. 6/6- 16/10-1821 ferðaðist Forchhammer í Før- oyum og gjørdi jarðfrøðiligar rannsóknir. Hann fylgdist við W. C. Trevelyan. Friisbæk, Gunnar. Danskur skúlalærari. Geikie, James (1839-1915). Skotskur jarð- frøðingur. Geikie vitjaði Føroyar í 1879, og árið eftir kom frágreiðing hansara um Føroya jarðfrøði út, har hann eisini um- røðir mógv og viðjur í mónum. Geikie kom fram við teirri áskoðan, at landfast hevði verið millum Bretland, Føroyar, ísland og Grønland eftir seinastu ístið. Gram, Kai (1897-1961). Danskur plantu- frøðingur. Mag. scient. (plantufrøði) 1921. Dr. phil. 1935. 1938 professari við Den kgl. Veterinær- og Landbohøjskole. Ser- kønur í trøum. Grønlund, Carl Christian Howitz (1825-1901). Sjálvlærdur plantufrøðingur. Cand. theol. 1850. Virkaði sum skúlalærari, til hann í 1880 gjørdist fyristøðumaður á Ny Carls- berg starvsstovuni. Professari 1891. Arbeiddi serliga við floru Islands. Grøntved, Johannes (1882-1956). Danskur plantufrøðingur. Mag. scient. (plantufrøði) 1916. Vísindaligur hjálparmaður á Bota- niskMuseum 1918-34,1935-50 bókavørður á Botanisk Centralbibliotek. Hevði stóran áhuga fyri arktiskum plantuvøkstri, serliga floru Grønlands og Islands. Saman við Ostenfeld gjørdi hann so ta fyrstu floruna um Føroyar (og Island) við navngreiningar- lyklum. Ostenfeld var tann køni Føroyum
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.